Hvítusunnudag verður árliga Keypmannahavnar Maraton runnið. Luttakaratalið í ár er metstórt við omanfyri 12.000 rennarum . Av hesum eru fleiri føroyingar við. Bæði føroyingar, sum búgva í Danmark, men eisini fleiri, sum eru farin úr Føroyum at renna.
Vit hava roynt at leita eftir føroyingum á startlistanum, og eru komnir fram á hesar: ( í tilvildarligari raðfylgju)
Ólavur Kjølbro, Høgni Laksafoss, Arni Laksafoss, Árni Jacobsen, Eirikur Hansen, Fríðrikkur Bláhamar, Henry Olsen, Niels Hansson, Sam Vang, Súni Jacobsen, Johan Havn, Ellef Ellefsen, Heri Ólason Dam, Herluf Jacobsen, Jógvan Páll Joensen, John Weihe, Jón Dahl, Marner Jacobsen, Birgir Sigurðsson, Eyðbjørn Karbec Mouritsen, Róar Akralíð, Kári Holm Johannesen, Óli Jákup Jacobsen, Tummas Joensen, Jóhan V. Gunnarsson, Brian Smedemark, Finngerð Sólbjørg Clark, Eyðfinn Bjarnastein, Martin Ennistein Heinesen, Annelisa Justesen og Lydia Lástein.
Ivaleyst eru onkur nøvn gloppin burtur í millum, men tit eru vælkomin at gera eina viðmerking til greinina, og leggja tykkara navn afturat, um tit eru gloymd.
Nú eru ikki øll nøvnini kend í rennihøpi í Føroyum, so tað er ikki so lætt at siga, hvør fer at standa seg best av føroyingunum. Men nøkur kend andlit eru tó við, og av teimum, sum hava staðið seg heilt væl seinastu árini, verður spennandi at síggja, hvussu langt Sam Vang og Eirikur Hansen røkka upp á úrslitalistanum. Eisini Henry Olsen hevur runnið væl í vetur, men vegna skaða er í skrivandi løtu ikki vist, at hann verður við.
FÍF ynskir øllum ein góðan og langan (!) túr og góða eydnu.
5 comments
Súni Lamhauge rann eisini 🙂
Hey Súni. 3.02.38 – tú hevur onkuntíð runnið undir teir tríggjar, ha?
Tveir gamlir kenningar: Høgni T. Hansen 3.11.34 – Arne Vatnhamar 3.15.47
Og ein fótbóltsleikari: Emil N. Leifsson 3.34.58
Skjótasti føroyingur (?) Johan Havn 2.50.?? – Sam Vang 2.54.11 – Eirikur Hansen 3.11.07
Nú standi eg á listanum omanfyri sum ein, sum ætlaði sær at renna heilt. Eg ætlaði mær faktiskt bara at renna hálvt. Sum lesandi var tað gratis hjá mær at melda til. Umframt sjálva upplivingina brúkti eg hetta sum venjing + eg fekk gratis T-shirt, vøddamýking, vatn, powerade, bananir, jogurt, energi bar o.s.fr. 😉
Hey Hallur, ja eg havi runni undir 3 tímar tríggjar ferdir. PB er 2:52:01 í Berlin 2007.
Ólavur, tú hevur altíð dugað hatta har 😉
2.52.01 – at tú hevur runnið so skjótt, haldi eg ikki, at eg havi fingið við… my bad.
Vónandi verður onkur av øllum teimum føroysku maratonrennarunum eisini við til Tórshavn Maraton.
Comments are closed.