Home Nýggjastu tíðindi Norðoyastevnurenningin: 24 undir 20 minuttir!

Norðoyastevnurenningin: 24 undir 20 minuttir!

by Hallur Holm

At renna 5 kilometrar undir 20 minuttir er ikki heimsflokkur. Hvørki hjá monnum ella kvinnum. Men tað er tó ein kvalitetstíð, og hjá mongum rennara er júst málið at koma undir 20 minuttir, og tá tað so eydnast, kennist tað sum heimsflokkur! Ongantíð áður hava so nógvir rennarar verið undir 20 minuttir á norðoyarstevnu, sum í ár. Spurningurin er um tað yvirhøvur nakrantíð hava verið so nógvir føroyingar undir 20 minuttir í somu kapping. Kanska onkra hendinga ólavsøku? Vit hava sæð, at venjingin í feløgunum verður alt betur og betur skipað, og at fleiri og fleiri leggjast afturat, og hetta sæst aftur í úrslitunum. Í dag vóru so heilir 24 rennarar, sum komu undir 20 minuttir, av teimum ein kvinna.


Undirtøkan fyri renningini á norðoyastevnu er altíð góð. Omanfyri 100 komu á mál.

Tað var Rebekka Fuglø, sum rann sína bestu 5-km tíð nakrantíð. Við 19.26 min staðfesti hon, at venjingarstøðan er sum hon skal vera, nú einar 6 vikur undan oyggjaleikunum. Men eisini Rigmor N. Arge rann eina frálíka kapping, og manglaði nakrar fáar metrar í at verða nr. 25 undir 20 minuttir hendan dagin. Hon man tó kortini fegnast um 2. plássið við 20.06 min, sum er hennara besta tíð leingi. Triðja kvinnan á mál var Duruta R. á Lofti, við 21.04 min.


Rebekka Fuglø við fimm monnum og Rigmor N. Arge í hølunum. Júst í Túni, Andrias Josephsen, Heini Gregersen, Eirikur Joensen og Jens R. Weihe komu allir undir 20 minuttir!

Marnar Djurhuus hevur seinastu tíðina verið fleiri flokkar frammanfyri sínar mótstøðumenn. Í dag var hann heldur illa fyri og smásjúkur. Tað var kanska tí at Sam Vang slapp at rykkja seg leysan frá hinum eftir eina heldur varisliga byrjan fyrsta kilometurin. Hostandi og harkandi vann Marnar spakuliga uppaftur til Sam, og hesir báðir fylgdust so til nakrir hundrað metrar restaðu í. Tá so Marnar byrjaði spurtin, megnaði Sam ikki fylgja honum. Góðar hundrað metrar aftanfyri kom Hallur Holm á triðja plássi.


Marnar Djurhuus og Sam Vang høvdu ein spennandi tvídyst, men heldur ikki hálvsjúkur kundi Marnar knógvast. Her hava teir runnið góðar tríggjar km.

 

 

 


Tveir av Føroya allarbestu svimjarum runnu við á norðoyastevnu. Birita Debes bleiv nr. ? hjá kvinnunum, meðan Alvi Hjelm veruliga blandaði seg millum teir fremstu menninar. At Alvi er góður rennari, kom ikki sum nakar kløkkur. Fyri nøkrum árum síðani vann hann fleiri Grand Prix-kappingar í barnarenningini.


Roysnið var væl mannað í Klaksvík! Frálíkt at síggja!


Barnarenningin hevur verið afturvendandi tiltak á norðoyastevnu síðani 1996.


Stórur dagur hjá Sophiliu, sum vann í síni fyrstu kapping. Harafturat skoraði babba móti KÍ, sjálvt um hann er klaxari 🙂


Matligt á norðoyastevnu. Onkur var í svangara lagi. Men vafflurnar í Klaksvík eru ikki nakað man bølir oman á.


Marnar glógvaði við síni fráveru til handanina. Men Sam og Hallur høvdu einki ímóti at deila steypin sína millum.


Teir minstu dreingirnir runnu eisini skjótt. Rúni vann, Óðin nr. 2 og Dánjal nr. 3.


Tríggir sigursvandir superveteranar. Jens R. Weihe blívur ikki yngri. Men tað ger ikki so nógv, tí hann rennur bara skjótari og skjótari. Jóannes og Gunnar runnu eisini sera skjótt á norðoyastevnu.


Teir ungu veteranarnir skulu ansa sær. Heilir 12 veteranar + ein superveteranur runnu undir 20 minuttir. Borgar, Hallur og Debes eiga at merkja kuldan á toppinum.


Superwomen! Rigmor, Rebekka og Duruta runnu allar upp til sítt besta á norðoyastevnu.


Børka, Bára og Vibeka vóru tær skjótastu hjá gentum 8-10 ár.


Dreingir 8-10 ár. Hans Erland, Martin og Jónas.


Gentur 11-13 ár. Maria, Oddvør og Rutt gjørdu ein Tripp-Trapp-Treysti.


Bragdadreingirnir vildu ikki standa aftanfyri genturnar hjá Treysti, so Hans Petur, Steintór og Hugin hertóku sigurspallarnar.


Sophilia nr. 1, Osla nr. 2 og Glóa nr. 3 hjá teimum minstu getunum. Fittari diddur er trupult at ímynda sær.


Dreingir 14-17 ár. Teitur rann skjótasta dupultumfar nakrantíð á norðoyastevnu. Steingrímur og Gunnar vóru tó ikki langt aftanfyri.


Karin vann eina spennandi kapping móti Margit við Ásbjørg eitt sindur aftanfyri.


Einki er sum ein stuðlandi abbi. Gunnar fylgir væl við hjá Vibeku og lítla-Gunnari.


Bragdið var eisini væl mannað í Klaksvík. Her saman við einum Bragda-wannabe.


Eisini gott at babba stuðlar. Andrias hevur stuðlað Oddvør og systrunum frá fyrsta degi.

Fleir myndir hjá Jóannesi Poulsen eru her: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/FRoyaBjorRenning2013MyndirJoannesPoulsen#

Øll úrslitini eru á hesi slóðini: http://www.fif.fo/?p=6962

 

0 comment
0

Related Articles