Home Nýggjastu tíðindi Nú byrjar HM í Beijing

Nú byrjar HM í Beijing

by Hallur Holm

Bert heilt fáir tímar eru nú til fyrsta kappingin í HM í Beijing verður skotin í gongd. Klokkan hálvgum eitt føroyska tíð byrjar maratonrenningin hjá monnunum, og lagt er upp til vanliga tvídystin millum Kenya og Etiopia. Kimetto, sum setti heimsmet í Berlin 2014 og gjørdist fyrstur undir 2.03. er kanska ein lítil favorittur saman við Kiprotich, sum hevur runnið beint yvir 2.03. Afrika er sera væl umboðað millum teir 66 rennararnar, og eigur umleið helvtina. Tað verður ringt at fáa eyga á nakran vestur-evropara, men vit kunnu kanska seta okkum at heppa uppá David Nilsson úr Svøríki og Henri Manninen úr Finlandi, hóast teir neyvan koma at síggjast á skerminum.

Føroyar hava havt nógv samstarv og hava kappast nógv móti íslendingum og dønum. Stuttligt er tí hjá okkara íðkarum at fylgja við donsku og íslendsku íðkarunum, sum eru slopnir gjøgnum smala nálareygað inn á leikvøllirnar í Beijing. Danir hava tríggjar íðkarar við. Andreas Bube fer at renna 800 m innleiðandi longu í morgin tíðliga, har hann m.a. er komin í riðil saman við David Lekuta Rudisha, sum eigur heimsmetið á teininum. Teir renna í sætta og seinasta riðili.  Danir hava so eisini Sara Slott Petersen og Stina Troest, sum báðar renna 400 m rimarenning. Her eru danir serliga spentir uppá Sara Slott, sum hevur víst øgiliga styrki seinastu mánaðirnar. Innleiðandi riðlarnir hjá teimum eru sunnudagin.

Bube
Frá EM-finaluni, tá Bube sníkti seg fram í fyrstu breyt, og mundi snýtt allar. Bert Borzakowskyi megnaði at halda danan aftanfyri. 

Fyri okkum føroyingar er kanska serliga stuttligt at fylgja íslendsku Anitu Hinriksdóttir, sum vit hava fylgt, síðani hon var lítil smágenta. Hon hevur longu vunnið fleiri EM-heiti á 800 m fyri ungdóm, og seinast vit sóu hana, var tá hon gjørdist íslandsmeistari, har okkara Rebekka Fuglø gjørdist nummar tvey. Íslendingar hava eisini sterka spjótkastaran Ásdis Hjálmsdóttir, sum m.a. var við í finaluni á seinastu olympisku leikum.

Anita HM
Nógvir føroyingar kenna Anitu Hinriksdóttir, og fara við spenningi at fylgja hennara kapping. Vónandi megnar hon at renna seg í semifinaluna

 

HM í frælsum ítrótti er eitt kempi- kempistórt tiltak. 207 tjóðir við tilsamans 2.000 íðkarum og 1.700 venjarum og hjálparfólki eru við. 500 dómarar og 2.800 hjálparar, 4.300 tíðindafólk við 113 filmsliðum inni á breytini, sum eiga at fáa tykkum at kenna tykkum væl á sofuni komandi 10 dagarnar.

Fylgið við HM á hesi slóðini: http://www.iaaf.org/competitions/iaaf-world-championships

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 21.08.15 - 22:31

NRK1 nú klokkan 00.30!!

Comments are closed.