Home Nýggjastu tíðindi Nú kemur teknikkrúmið!

Nú kemur teknikkrúmið!

by Hallur Holm

Leingi er tað, ið væl skal verða. Men umsíður verður leingi væntaða og nógv eftirspurda teknikkrúmið á Tórsbreyt bygt. Síðani Tórsbreyt varð latin upp fyri almenninginum í oktober 2008 hava nógvar kappingar verið fyriskipaðar, og fyri hvørja kapping hevur tørvurin á einum teknikkrúmið verið alt sjónskari og neyðugur. Tað gav at bíta á seinasta kappingardegi í fjør, tá seinasta umfar av Grand Prix var á skránni. Kostnaðarmikla tíðtøkuútgerðin fór um koll í einari hvirlu og small í betondekkið. Restina av tí degnum máttu gomlu stoppurini takast í nýtslu.


Byggingin er farin í gongd og tað sær spennandi út

Lukkutíð gjørdist skaðin á útgerðina ikki størri, enn at ein linsa skuldi útskiftast. Men hendan hendingin umframt tronglig kor á wc’num, fúkandi og vátt pappír, ein vavstur av leidningum, fýsandi mikrofonum og hálvsúrum fyrireikarum verður nú bert søga.

Í nýggja teknikkrúminum verða umstøðurnar góðar. Tað fer at verða heilt stuttligt at skipa fyri kappingum. Har verður vatn til kaffi, el til alt og hiti til kroppin. Og so verður tað eisini turt, og pappírini fara at liggja still.  Har verður gott útsýni hjá fyrireikarunum, so betri yvirlit fæst yvir alt, sum hendir á og kring breytina. Eisini fer tað at verða nógv skjótari at seta útgerðina upp og taka hana niður aftur.

Tað er byggifelagið KAPPAR, sum stendur fyri byggingini, og tað er Tórshavnar Kommuna, sum fíggjar. So nú er bara at gleða seg til komandi kappingarár….. og nógv afturat!

0 comment
0

Related Articles