Home Nýggjastu tíðindi Nýggjárshálvmarathon verður 5. januar

Nýggjárshálvmarathon verður 5. januar

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 5. januar kl. 11.00 skipa Roysnið og Treysti fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.

Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 5. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.


Frá startinum seinasta í 2010, tá nógvur mótvindur var

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei.

Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr.

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1998)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1958-67)
-Menn Superveteranar (f. -1957)

Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 4. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi  kl. 10.45 kappingardagin.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.

Eftir renningina, stutt eftir kl. 13.00 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri umklæðing.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 04.01.13 - 10:16

Um nóg stór undirtøka er “min 10 pax” skipar Bragdið fyri busskoyring til startin, og heimaftur aftaná lokna kapping! Um tað er onkur sum ynskjur at koma við bussinum av Toftum og til startin, eftir sínum egna bili, er tað eingin trupuleiki, kostnaðurin fyri hetta er kr.50,-

Heilsan
Fríðrikur

Comments are closed.