Í morginári kl. 11.00 verður startskotið latið av til ársins fyrstu rennikapping, tá Nýggjárshálvmarathon verður í Eysturoynni. Starturin er á Funningsfjarðarvegnum og málið er á Tofta kei.
Møguleiki verður at fáa brúsubað í Ítróttarhøllini í Runavík eftir renningina. Eisini verða vaflir og kaffi til allar luttakararnar í Peche í Runavík eftir renningina. Peche liggur omanfyri vegin har, sum starturin til 10 km renningarnar er.
Einir 50 luttakarar hava boða frá luttøku, so talan verður helst um eina góða kapping í morgin. Líkindini síggja bara gott út. Eitt lot av vestri og bert nakrir fáir regndropar.