15. Nýggjárshálvmaratoni, sum Roysnið skipaði fyri í morgun, gav fyri luttakararnar, eina harða byrjan uppá árið. Men rennarar ræðast ikki vind og regn, og tað sást aftur í luttakaratalinum, tá fleiri enn 60 rennarar stóðu á startstrikuni á Funningsfjarðarvegnum, tilreiðar til teir góðar 21 kilometrarnar í strævnum mótvindi út til Tofta kei har málið er. Undir upphitingini var bæði vindur og regn, men tað sleit í beint eftir startin.
63 vælbjálvaðir rennarar, sum hvørki ræðast vind ella regn, leggja til brots
Áðrenn byrjan høvdu vónirnar hjá teimum flestu, um at renna góðar tíðir, fingið eitt skot fyri bógvin. Tí bleiv renningin nokkso taktisk og rólig í oddinum. Eirikur Hansen, sum var tilmeldaður og var favorittur, mátti tíverri geva avboð. Av teimum sum byrjaðu, so vóru tað Sam Vang, sum vann í fjør, og møguliga Julian Gregersen, mettir til oddasessir. Hjá kvinnunm var ein spennandi luttakari við, nevniliga Karina Ottosen, sum vann gull í triathlon á Oyggjaleikunum á Jersey í summar, og harumframt Rigmor N. Arge, sum vann seinast.
Oddabólkurin við Julian, Heina, Sam, Hjalmar, Karinu, Arnfinn og Guttorm er her komin forbí Skipanes
Útleggið var nokkso róligt og komin oman til Skálabotn, var ein bólkur við Sam Vang, Hjalmar Sjóvará, Guttorm Sørensen, Heina Gregersen, Julian Gregersen, Arnfinni Johannessen, Jonhard Larsen og Karinu Ottosen, einar 100 metrar frammanfyri ein bólk við 9 rennarum har m.a. onnur Rigmor N. Arge og Jens R. Weihe vóru við. Komin til Skipanes var munurin millum teir báðar fremstu bólkarnar øktur til einar 200 metrar, og einasta broyting var, at Jonhard lá í seinna bólkinum nú.
Hesin bólkurin við Jonhard, Kaj, Herluf, Páll, Rigmor, Jens, Borgar, Jannick og Egil fylgdist leingi
Komin framvið Lambareiði var støðan óbroytt í oddinum og fylgdust 7 tey fremstu framvegis. Í bólkinum aftanfyri vóru øll við enn og var fjarstøðan til oddin nú umleið 1½ minutt. Eftir vatnpostin eftir góðar 15 kilometrar byrjaðu broytingar at koma í, og øktist ferðin nakað í undanbrekkuni út móti Runavíkini. Sam lat seg úr jakkanum og helt fyri “nú byrjar kappingin”. Julian var nokk einasti í bólkinum, sum kundi fylgt við Sam, men hann valdi at taka tað róligt í morgun og lat Sam fara, og var Sam skjótt klárt á odda. Guttorm setti eisini ferð og kom at liggja á øðrumplássi, men komin út til Runavíkar vóru Julian og Heini við síðuna av honum og Hjalmar var stutt aftanfyri. Arnfinn og Karina høvdu mist.
Sam helt sína tryggu leiðslu á mál og vann við 1.33.08. Í undanvindinum eftir kei’ini í Runavík setti Guttorm aftur ferð á, og slapp leysur hjá Julian, Heina og Hjalmar. Endin varð, at Guttorm gjørdist nummar tvey bert 11 sekund frammanfyri Heina og Julian.
Hjá kvinnunum bleiv nokkso tætt í oddinum tá avtornaði og styttist tað alsamt seinastu kilometrarnar ímillum Karinu og Rigmor, men vinnari gjørdist Karina við 1.36.56, og var hon bert 12 sekund frammanfyri Rigmor, sum fekk 1.37.08. Á triðjaplássi kom Birna Mohr Joensen.
Eftir renningina bjóðaði Roysnið kaffi/te og heitar vaflur í Tofta Skúla áðrenn heiðursmerkjahandanin fór fram.
Øll úrslitini finnast niðanfyri og myndir sum Hanna Egilsdóttir tók finnast her: Nýggjárshálvmaraton 2016 og myndir, sum Jóannes N. Poulsen tók finnast her: Nýggjárshálvmaraton 2016
Úrslit Nýggjárshálvmaraton 2. januar 2016 kl. 11.00 | ||||
Nr. | Tíð | Menn opin bólkur | Árg. | Felag |
1 | 1.33.08 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 1.33.43 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
3 | 1.33.54 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
4 | 1.33.55 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
5 | 1.34.27 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
6 | 1.36.06 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
7 | 1.36.48 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
8 | 1.36.58 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
9 | 1.37.00 | Kaj Dam | 1966 | Treysti |
10 | 1.37.05 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
11 | 1.37.16 | Páll H. Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
12 | 1.37.44 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
13 | 1.40.39 | Jannick Hjaltalin | 1991 | Onki felag |
14 | 1.41.52 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið |
15 | 1.41,57 | Øssur Steinhólm | 1971 | Roysnið |
16 | 1.42.09 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
17 | 1.43.06 | Dan Knudsen | 1962 | Bragdið |
18 | 1.43.11 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
19 | 1.43.27 | Helgi L. Petersen | 1978 | Roysnið |
20 | 1.44.17 | Rani Nolsøe | 1959 | Treysti |
21 | 1.44.50 | Albert Johansen | 1966 | Frælsi |
22 | 1.45.51 | Dagfinn Forná | 1979 | Roysnið |
23 | 1.45.55 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
24 | 1.47.13 | Allan Dalsgarð | 1972 | Bragdið |
25 | 1.48.34 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
26 | 1.49.05 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
27 | 1.49.22 | Sverri Steinhólm | 1963 | Bragdið |
28 | 1.50.29 | Herluf Hansen | 1973 | Bragdið |
29 | 1.50.37 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
30 | 1.51.01 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
31 | 1.52.07 | Rani Friang Rasmussen | 1985 | Roysnið |
32 | 1.53.01 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
33 | 1.53.43 | Jón Rasmussen | 1967 | Treysti |
34 | 1.55.09 | Mads A. Simonsen | 1955 | Onki felag |
35 | 1.56.15 | Fríðrikur Bláhamar | 1965 | Bragdið |
36 | 1.57.19 | Rúni Jacobsen | 1965 | Roysnið |
37 | 2.03.04 | Magnus Pauli Hammer | 1995 | Roysnið |
38 | 2.03.05 | Martin Sivertsen | 1973 | Treysti |
39 | 2.03.56 | Kristin Kristiansen | 1980 | Bragdið |
40 | 2.04.59 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
41 | 2.07.21 | Dávur Reinert Hansen | 1960 | Onki felag |
42 | 2.09.16 | Lars Muller | 1974 | Onki felag |
43 | 2.09.18 | Hallur Biskopstø | 1960 | Treysti |
44 | 2.12.56 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
– | dnf | Regin Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
– | dns | Marnar Pattinson | 1970 | Roysnið |
– | dns | Búgvi Ólavsson Eliasen | 1989 | Roysnið |
– | dns | Eirikur Hansen | 1980 | Bragdið |
– | dns | John Ryan | 1974 | Treysti |
– | ||||
Nr. | Tíð | Menn vet. (f. 1961 – 1970) | Árg. | Felag |
1 | 1.33.08 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 1.33.43 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
3 | 1.33.54 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
4 | 1.34.27 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
5 | 1.36.06 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
6 | 1.36.48 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
7 | 1.37.00 | Kaj Dam | 1966 | Treysti |
8 | 1.37.05 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
9 | 1.37.16 | Páll H. Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
10 | 1.37.44 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
11 | 1.42.09 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
12 | 1.43.06 | Dan Knudsen | 1962 | Bragdið |
13 | 1.43.11 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
14 | 1.44.50 | Albert Johansen | 1966 | Frælsi |
15 | 1.48.34 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
16 | 1.49.05 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
17 | 1.49.22 | Sverri Steinhólm | 1963 | Bragdið |
18 | 1.51.01 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
19 | 1.53.43 | Jón Rasmussen | 1967 | Treysti |
20 | 1.56.15 | Fríðrikur Bláhamar | 1965 | Bragdið |
21 | 1.57.19 | Rúni Jacobsen | 1965 | Roysnið |
22 | 2.12.56 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Menn supervet. (f. -1960) | Árg. | Felag |
1 | 1.36.58 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 1.44.17 | Rani Nolsøe | 1959 | Treysti |
3 | 1.45.55 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
4 | 1.50.37 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
5 | 1.55.09 | Mads A. Simonsen | 1955 | Onki felag |
6 | 1.52,57 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
7 | 1.53.01 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
8 | 2.07.21 | Dávur Reinert Hansen | 1960 | Onki felag |
9 | 2.09.18 | Hallur Biskopstø | 1960 | Treysti |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur opin bólkur | Árg. | Felag |
1 | 1.36.56 | Karina Ottosen | 1981 | Bragdið |
2 | 1.37.08 | Rigmor N. Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 1.56,45 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
4 | 1.57.32 | Anna-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið |
5 | 1.57.52 | Ingrid Hofgaard | 1968 | Bragdið |
6 | 1.59.09 | Mona Rasmussen | 1969 | Treysti |
7 | 1.59.24 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
8 | 2.03.10 | Vera Larsen | 1966 | Treysti |
9 | 2.03.18 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan |
10 | 2.09.25 | Marita Hansen | 1979 | Bragdið |
11 | 2.09.30 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
12 | 2.11.39 | Heidi Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
13 | 2.13.36 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
14 | 2.14.12 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
15 | 2.15.35 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið |
16 | 2.16.30 | Birita Samuelsen | 1968 | Bragdið |
17 | 2.29.50 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
18 | 2.32.09 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur vet. (f. 1961 – 1970) | Árg. | Felag |
1 | 1.37.08 | Rigmor N. Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 1.56,45 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
3 | 1.57.52 | Ingrid Hofgaard | 1968 | Bragdið |
4 | 1.59.09 | Mona Rasmussen | 1969 | Treysti |
5 | 1.59.24 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
6 | 2.03.10 | Vera Larsen | 1966 | Treysti |
7 | 2.03.18 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan |
8 | 2.09.30 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
9 | 2.13.36 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
10 | 2.15.35 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið |
11 | 2.16.30 | Birita Samuelsen | 1968 | Bragdið |
12 | 2.32.09 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur supervet. (f. – 1960) | Árg. | Felag |
1 | 2.14.12 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 2.29.50 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
Næsta rennikapping verður í Sørvági 16. januar, tá Frælsi skipar fyri 4. umfari í TF Vetrarkappingini.