Øssur Debes Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi

Skrivað hevur

Í morgun byrjaði frælsi ítrótturin á oyggjaleikunum á Bermuda. Fyrstir at kappast vóru teir báðir hæddarleypararnir Øssur Debes Eiriksfoss og Trygvi Laksafoss. Sum vit skrivaðu í gjár, vóru vónirnar góðar til at Øssur skuldi bjóða av í heiðursmerkjastríðnum, meðan Trygvi fór at fáa tað torført við knæskaða og við at seta av á skeiva beininum. Byrjunarhæddina á 165 cm kláraði Trygvi, og tað gjørdist eisini hansara úrslit.


Silvur og føroyskt met til ítróttarúrmælingin Øssur Debes Eiriksfoss. 2,01 metur leyp hann í dag!!

Øssur kom seinni inn í kappingina og kláraði bæði 180 cm, 185 cm, 190 cm, 195 cm og 198 cm í fyrstu royndini. Tá reyk tann fjórðseinasti leyparin út, og bronsan var tryggjað. Nú skuldi heiðursmerkini býtast millum ein føroying og tveir av Bermuda. Føroyska metið á 200 cm eigur Øssur sjálvur, men nú varð yvirleggjarin lagdur á 201 cm. Í aðru royndini kom annar Bermudaleyparin upp um, meðan báðar tær fyrstu royndirnar hjá Øssuri vóru langt frá at eydnast. Men í triðju royndini og áttanda lopinum í morgun fingu vit nýtt føroyskt met og blást nýtt lív í gulldystin, tá Øssur sum fyrsti føroyingur kom upp um 201 cm.


Trygvi Laksafoss smýgur sær upp um 165 cm.

So nú skuldi alt avgerast á 204 cm, og bara Øssur og ein frá Bermuda vóru eftir. Øssur hevði tvær miseydnaðar royndir móti einari hjá mótstøðumanninum, so hann var noyddur at klára 204 cm fyri at yvirhála. Hvørgin teirra kom upp um, men í aðru royndini hjá Øssuri var hann væl omanfyri. Framdriftin í lopinum var tó ikki nóg góð, og hann kom tí niður á yvirlggjaran áðrenn hann slapp heilskapaður yvirum. Jú har reyk av gullið í eitt sekund! Men silvur og føroyskt met er so væl og virðiliga góðkent – ja, hetta var eitt fantastiskt avrik hjá Øssuri, sum vit øll fegnast um.


…..trygt upp um og nýtt føroyskt met.

Innleiðandi umfarið í 100 metra renningini varð eisini runnið í morgun, og her høvdu vit Róa Holgarsson við í triðja og seinasta riðili, sum sá út til at vera ein javnt sterkur riðil eitt sindur yvir føroyskt støði. Starturin hjá Róa var heilt góður, og hann fylgdi teimum fremstu út til 40-50 metrar, tá hann byrjaði at dragna. Eitt av málunum hjá Róa var at seta persónligt met, sum er 11,35 sekund. Hetta eydnaðist akkurát ikki. Rói kom á mál sum nummar fýra í riðilinum við 11,39. Samlað gjørdist hann nummar 12 av teimum 17 spurtarunum, og hetta var Rói ikki heilt nøgdur við.


Rói Holgarsson var væl við fyrstu løtuna á 100 m. Við 11,39 sekundum var hann 4/100 frá sínum besta úrsliti.

Seinasta kappingin í morgun var innleiðandi 800 meturin hjá Rúna Seloy. Tríggir riðlar vóru, og Rúni slapp í fyrsta umfari undan teimum stóru kanónunum, so vónirnar um eitt finalupláss vóru góðar. Avtalað var, at hann skuldi taka tað heilt róligt og fylgja við líka til spurtin. Hetta gekk júst sum ætlað. Á 600 metrum fekk hann fatur í einari góðari positión á øðrum plássi, og frá 150 – 80 metrar legði hann seg trygt á odda. Oddasessin helt hann heilt fram á mál og tryggjaði sær sæti í finaluni, sum verður runnin týskvøldið. Tíðin hjá Rúna  í hesi taktisku renningini var 2.02,48 min.


Rúni Seloy cruisar á mál til eitt trygt finalupláss. Finaluna skal hann renna týskvøldið.

Í kvøld verða so tær báðar finalurnar á 10.000 metrum hjá monnum og kvinnum, har vit hava Marnar Djurhuus og Valborg Heinesen við.

Úrslitini frá frælsa ítróttinum kunnu lesast her

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*