Home Nýggjastu tíðindi Oyggjaleikir gjørdust sorgarleikir

Oyggjaleikir gjørdust sorgarleikir

by Hallur Holm

Hósdagin og fríggjadagin bóru vit tvær stórar ítróttarfyrimyndir teirra seinastu ferð. Eina lagnutunga løtu í morgunsólini sunnudagin 21. juli, hendi ein vanlukka, sum kemur at merkja nógv fólk restina av lívinum. Badmintonleiðararnir Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson vóru í hýruvogni á veg heim frá oyggjaleikunum á Bermuda. Leiðin gekk til Havnar, har móttøka skuldi verða í ÍSF-húsinum fyri øllum badmintonferðalagnum, til tess at heiðra góðu úrslitum teirra á oyggjaleikunum.

Men lagnan var eftir teimum. Á veg oman av Sandavágshálsi fer hýruvognurin við nógvari ferð út av vegnum. Ein stór vanlukka var hend. Bæði Vilhjálmur, Høgni og førarin, Hans Mortensen lótu lív. Oyggjaleikir vóru blivnir sorgarleikir, og í Havn legðist tjúkkur mjørki sum ein kølandi, doyvandi dýna yvir ein syrgjandi bý. Tað var sum syrgdi eisini náttúran saman við okkum øllum.

Hóast teirra unga aldur hava teir báðir verið kend ítróttarnøvn í áratíggju. Longu tíðliga í áttatiárunum hoyrdu vit um nýtt ættarlið innan borðtennisítróttin við Carlsson-brøðrunum á odda. Høgni og bróðurin Birgir vóru í nógv ár í fremstu røð í føroyskum borðtennis. Seinni giftist Høgni badmintonkvinnuni Bjørg Djurhuus, og tað gjørdist síðan innan badminton, at Høgni kom at virka. Døturnar eru tær báðar evnaríku Brynhild og Rannvá Carlsson, sum í dag sita tungt á føroysku badmintondtrúnuni, og tær hava í pápa sínum átt ein ótrúliga dyggan stuðul.

Vilhjálmur var bæði HB’ari og Kyndlamaður, men tað er serliga innan kappróður, at hann hevur sligið navn sítt fast í ítróttinum. Hann róði bæði við Ørvi og Havnarbátinum, sum hann eisini bleiv føroyameistari við. Vilhjálmur sigldi nógv, men tað forðaði honum ikki í at vera rógvari. Altíð var hann klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá hann kom heim, og sum oftast endaði hann við ár í hendi á stevnunum eisini. Vilhjálmi dámdi eisini væl at renna, og stóð seg mangan væl í teimum fyrstu flaggdagsrenningunum, sum vóru áðrenn renningin í Føroyum veruliga tók dik á seg. Seinastu árini hevur Vilhjálmur eisini verið formaður í badmintonsambandinum og sostatt eisini stjórnarlimur í ÍSF.

Í dag varð í sambandi við ólavsøkurenningina hildin ein minuttur tøgn at minnast Vilhjálm og Høgna, og í sjálvari renningini bóru allir rennararnir syrgiband. Undir ólavsøkuskrúðgonguni í morgin fara øll ítróttarfólkini eisini at bera syrgibind.

Frælsur Ítróttur Føroya vil við hesum fátøku orðum minnast og æra Vilhjálm Gregoriussen og Høgna Carlsson.


Mogens, Høgni og Vilhjálmur fegnast um góðu úrslitini á oyggjaleikunum á Bermuda.

 

 

 

0 comment
0

Related Articles