Home Nýggjastu tíðindi Rebekka og Jan Elmar føroyameistarar í lendisrenning

Rebekka og Jan Elmar føroyameistarar í lendisrenning

by Hallur Holm

Í dag var árliga FM kappingin í lendisrenning hildin í Hoydølum, sum samstundis var 5. umfar av TF Vetrarkappingini. 70 rennarar vóru møttir upp, og sum vanligt var hetta ein hørð avbjóðing móti brekkum, veitum og vátum lendi.

Móti kappingarbyrjan tók at regna, men stutt undan starskotinum sleit í og sólin fór eisini at síggja. Móti kappingarenda fór aftur at regna, men tá vóru flestu rennararnir komnir á mál. Ikki tí – allir rennararnir vóru bæði vátir og skitnir eftir stríðið. Júst sum forskriftirnar fyri lendisrenning siga.

FM lendisrenning 2015 start
10 sekund eftir startin hevur oddurin longu tikið skap (mynd: Kamilla Sørensen)

Fløtan var vát og bleyt, og nógvastaðni var tungt at renna. So tungt, at viðhvørt kom fóturin upp aftur úr díkinum uttan skógv.

Sum væntað vann Rebekka Fuglø ein tryggan sigur hjá kvinnunum. Hon er væl fyri í løtuni og vit vóna, at hennara langteinaformur er gott tekin til miðteinakappingarnar, sum standa fyri framman í Íslandi og til DM innandura. Kappingin um annað plássið hjá kvinnunum bleiv so spennandi sum nakrantíð. Rigmor N. Arge hevur havt patent upp á silvurið, men hevði ein vánaligan dag.

Hinvegin hevði Hergerð Heldarskarð ein sera góðan dag. Hon hevur tikið seg almikið fram seinastu tíðina. Tíðliga legði hon seg á annað-plássið saman við Birnu Mohr Joensen, sum eisini sá út til at hava ein góðan dag. Rigmor sá út til at fáa eitt sindur av ferð á móti endanum. Hon fekk eisini fatur á Birnu, men Hergerð fekk hon tó ikki fatur á. Tað gjørdist eitt trygt silvurmerki til Hergerð, sum samstundis vann sítt fyrsta FM-heiti. Hon vann nevnliga bólkin hjá kvinnuveteranunum, har Rigmor gjørdist nr. 2 og Birna nr. 3.

Veteranmenninir vóru langt frá sigurspallinum í opna bólkinum. Til tað eru ungu oyl-biðlarnir alt ov sterkir. Jan Elmar vísti enn einaferð, at hann er sterkari enn nakrantíð. Hann var longu klárt á odda, tá teir komu úr viðarlundini fyrstu ferð og økti javnt og samt næstu umførini. Á málinum var hann hálvan annan minutt frammanfyri Andrias Hansen, sum eisini lá tryggur á øðrum plássi. Eitt sindur meira av spenningi var um triðja plássið, sum Julian Gregersen at enda tók, eftir at Rúni Seloy eina løtu sá út til at ætla sær bronsuna. Julian fekk so mikið av ferð á seinastu umførini, at hann bert var 17 sekund aftaná Andrias.

Undan kappingini í dag hevði Martin Gravesen fult stigatal í kappingini hjá veteranunum. Og aftur hesuferð vann Martin tryggan sigur góðan minuttin frammanfyri Hall Holm, sum aftur var góðan minuttin framman fyri Heina Gregersen á triðja plássið.

Bestu superveteranarnir eita ikki superveteranar av ongum! Vinnarin, 56 ára gamli Regin Zachariassen hevði komið á pallin hjá veteranunum, og 69 ára gamli silvurvinnarin Jens R. Weihe streingir harðliga á. Hjalti Gunnarstein á triðja plássi var eitt sindur meira menniskjaligur.

Sunneva Olsen var við aftur eftir ein støðg, og feiraði hetta við einum FM-heiti fyri super-kvinnurnar. Jóngerð H. Høgnesen og Anna Sofía Kristiansen vóru sera javnar í kappingini um næstu plássini, men tað bleiv Jóngerð, sum vann silvur og Anna Sófía, sum vann bronsu.

Einans fimm børn vóru við í kappingini í dag. Hans Erland Thomsen vísti sera góðan form og vann hjá dreingjunum. Hann var ein hálvan minutt undan Inga Johannesen. Gentubólkin vann Maria Biskopstø í stórum stíli. Oddvør Josephsen gjørdist nr. 2 og Vibeka Sivertsen nr. 3.

Besti mansunglingur gjørdist Julian Gregersen, sum vann greiðan sigur. 16 ára gamli Dánjal Dahl Ljósheim rann eisini sera væl, og vann silvur. Hann kom sær heilt uppá sjeynda pláss í sterka opna bólkinum! Rógvi-við-einum-skógvi-Johansen bleiv nummar trý.

Topp trý í samlaðu støðuni hjá monnum:
1. Andrias Hansen 187 stig
2. Eirikur Hansen 174 stig
3. Martin Gravesen 164 stig

Topp trý í samlaðu støðuni hjá kvinnum:
1. Rebekka Fuglø 200 stig
2. Rigmor N. Arge 186 stig
3. Hergerð Heldarskarð 178 stig

Sætta umfar av TF Vetrarkappingini verður norðuri á Fossanesi 4. mars 2017.

Øll úrslitini síggjast her:

Dreingir
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 11.16 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
2 11.51 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Gentir
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 11.46 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 12.19 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 13.59 Vibeka Eihilt Sivertsen 2005 Treysti
Mansunglingar
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 33.11 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 35.36 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
3 40.58 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
Menn
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 31.29 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2 32.54 Andrias Hansen 1982 Bragdið
3 33.11 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 33.38 Rúni Seloy 1994 Bragdið
5 34.22 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
6 34.36 Martin Gravesen 1967 Bragdið
7 35.36 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
8 35.54 Hallur Holm 1967 Bragdið
9 36.02 Niels Poulsen 1972 Bragdið
10 36.08 Regin Zachariassen 1960 Bragdið
11 37.20 Heini Gregersen 1964 Treysti
12 37.35 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
13 38.10 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
14 38.29 Meinar Ortind 1990 Onki felag
15 38.52 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
16 39.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
17 40.28 Regin Thomsen 1976 Roysnið
18 40.58 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
19 41.46 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
20 41.59 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
21 42.03 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
22 42.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
23 42.30 Ken Zachariasen 1977 Onki felag
24 42.46 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
25 43.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
26 44.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
27 44.32 Jakup Joensen 1988 Onki felag
28 44.46 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
29 44.46 Sverri Eriksen 1974 Bragdið
30 47.22 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
31 47.30 Robert Vilhelmsen Bragdið
32 47.30 Ellindur Lydersen 1990 Onki felag
33 48.20 Jákup Klein Hansen 1994 Onki felag
34 50.02 Jógvan Joensen 1984 Onki felag
35 50.17 Tróndur Jensson 1993 Onki felag
36 56.19 Martin Vetter Berg 1984 Onki felag
37 58.35 Sigurđ Simonsen 1992 Onki felag
38 67.26 Regin Jóanesarson 1945 Onki felag
Kvinnur
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 36.43 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 40.31 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
3 40.48 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
4 41.28 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
5 42.26 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
6 43.13 Sigrun Kallsoy Kristiansen 1989 Bragdið
7 44.38 Asta Hubeck-Graudal 1980 Bragdið
8 44.41 Ella Áarstein 1964 Treysti
9 45.06 Eydna Weihe 1969 Bragdið
10 45.24 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
11 46.09 Astrid Joensen 1967 Roysnið
12 46.28 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
13 46.45 Petra Mikkelsen 1974 Roysnið
14 47.46 Anna Margit Dalsgaard Thomsen 1989 Bragdið
15 47.56 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
16 48.09 Eydna E. Petersen 1973 Hvirlan
17 48.25 Ritha Holm í Lágabø 1980 Bragdið
18 50.44 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
19 51.17 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
20 51.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
21 52.58 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
22 54.04 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
23 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
24 54.45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
25 55.04 Eileen Matras 1971 Treysti
26 57.21 Olga Johannessen 1967 Roysnið
27 59.00 Kathe Klakkstein 1969 Treysti
Menn veteranar
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 34.36 Martin Gravesen 1967 Bragdið
2 35.54 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 37.20 Heini Gregersen 1964 Treysti
4 38.10 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
5 38.52 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
6 39.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
7 41.46 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
8 41.59 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
9 42.03 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
10 43.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
11 44.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
12 44.46 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
13 47.22 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
Menn super veteranar
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 36.08 Regin Zachariassen 1960 Bragdið
2 37.35 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
3 42.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
4 42.46 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
5 47.30 Robert Vilhelmsen Bragdið
6 67.26 Regin Jóanesarson 1945 Onki felag
Kvinnur veteranar
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 40.31 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
2 40.48 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
3 41.28 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4 44.41 Ella Áarstein 1964 Treysti
5 45.06 Eydna Weihe 1969 Bragdið
6 46.09 Astrid Joensen 1967 Roysnið
7 46.28 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
8 50.44 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
9 51.17 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
10 51.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
11 54.04 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
12 55.04 Eileen Matras 1971 Treysti
13 57.21 Olga Johannessen 1967 Roysnið
14 59.00 Kathe Klakkstein 1969 Treysti
Kvinnur super veteranar
Nr. Tíð Navn Árg. Felag
1 52.58 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
3 54.45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið

 

0 comment
0

Related Articles