4. umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið í Sørvági í dag. Vegna kava á Bíggjarvegnum, varð longu fríggjadagin avrátt at flyta renniteinin til Sørvágs, har betri bar til at renna á saltaðu vegunum har.
Líkindini at renna vóru av teimum fagrastu. Hitin beint undir frostmarkið, og ikki ein ond rørdist. Umleið 90 rennarar vóru møttir í góðveðrinum, og teir góvu okkum nógvar spennandi innahýsis dystir. Tað var serliga í opna bólkinum hjá monnum, at spenningurin gjørdist stórur. Framman undan varð lagt upp til tvídyst millum Eirik Hansen og Jan Elmar, men eisini Julian Gregersen, Sam Vang, Martin Gravesen og Guðmundur Joensen kundu væntast at gera um seg í oddinum. Har afturat var Andrias Hansen møttur til kapping fyri fyrstu ferð í vetur, og við honum kann man aldrin vita.
Umleið 90 rennarar vóru til 4. umfar av TF Vetrarkappingini í Sørvági (mynd: Vágaportalurin)
Tað skuldu rennast fýra umfør á tríggjar kilometrar. Ferðin hjá monnunum varð høg frá byrjan. Bert Julian og Guðmundur megnaðu at fylgja Eiriki og Jan Elmari fyrsta umfar, men eisini teir báðir máttu sleppa skjótt. Talan gjørdist um harðan tvídyst um sigurin, har vit sóu Eirik seta ferð á, og Jan Elmar fylgja við. Stríðið stóð við líka til endaspurtin, har Jan Elmar var hin drúgvari, og vann sítt næsta umfar í vetur, og samstundis styrkti um oddastøðu sína í samlaðu kappingini.
Andrias Hansen rann sera væl í dag. Einu løtuna hevði hann runnið seg fram á triðja pláss, men Julian Gregersen helt, at hetta bara skuldi vera til láns eina løtu, tí móti endanum tók hann dik á seg, og koyrdi Andrias aftur á fjórða plássið. Guðmundur Joensen misti nakað nógv seinnu helvtina, men helt kortini fast um fimtaplássið.
F.v.: Julian Gregersen, Guðmundur Joensen, Jan Elmar Sørensen og Eirikur. Teir báðir seinast nevndu vístu eitt støði, sum kann byrja at lukta av oyggjaleikum…. (mynd: Vágaportalurin)
Hjá kvinnunum kom ongantíð spenningur í. Har bleiv aftur í dag nakað spjatt millum fremstu rennararnar. Rebekka Fuglø vísir stak góðan langteinaform fyri tíðina, og í dag var hon umleið minuttin frammanfyri Rigmor N. Arge, sum aftur var minuttin framman fyri Durutu R. á Lofti. So var aftur eitt sindur niður til Kristu Nielsen á fjórða plássi.
Miðteinarennarin Rebekka Fuglø stendur seg eisini sera væl á longru teinunum, og vann greiðan sigur (mynd: Vágaportalurin)
Hjá dreingjunum er altíð spennandi. Dánja Dahl Ljósheim úr Hvirluni og Hans Sivertsen úr Treysti eru sera javnir. Dánjal vann tey bæði fyrstu umførini men tapti so á Argjum. Báðir stríddust fyri sigrinum í dag, men tað var Dánjal, sum var stinnari. Kappingin um triðja plássið gjørdist eisini hørð. Ingi Johannesen megnaði at fylgja Hans Erlandi Thomsen allan vegin, men at enda var tað Hans Erland, sum fekk sítt fjórða bronsumerki í vetur.
Maria Biskopstø vann aftur hjá gentunum. Hon er ein krútsterkur langteinarennari, sum teir bestu dreingirnir so dánt megna at halda aftanfyri. Oddvør Josephsen var greitt nummar tvey í dag, og Unna Ró Jacobsen bleiv nummar trý.
Hjá superkvinnunum er veruligur spenningur í. Í dag eydnaðist aftur Sunnevu Olsen at vinna, og beina Ceciliu Arendal aftur á annað pláss, eftir at Cecilia hevur vunnið tvey tey seinastu umførini. Tað legst afturat við seigum superkvinnum. Eitt nýtt stjørnuskot er Elisabeth Rasmussen, sum í dag bleiv nummar trý. Seks kvinnuligir superveteranar vóru við í dag! Men tað er enn pláss til nógv fleiri 🙂 Hjá monnunum var aftur talan um greiðan sigur til Jens R. Weihe. Kári Simonsen var nummar tvey og Gunnar Simonsen nummar trý.
Bestu mannligu veteranarnir vóru langt afturi í opna bólkinum. Nummar 8, 9, og 11 – so langt aftur skuldu vit til at finna bestu veteranarnar í dag. Og tað er positivt! Sam Vang var fyrstur, síðan Martin Gravesen og triðji veteranurin var Guttorm Sørensen. Soleiðis er ikki hjá kvinnunum í vetur. Rigmor N. Arge gull, Duruta R. á Lofti silvur og Krista Nielsen bronsu, blivu nummar 2, 3 og 4 í opna bólkinum.
Mansunglingarnir hava havt somu raðfylgju øll tey fyrstu trý umførini í vetur. Og so varð aftur hetta fjórða umfarið. Vinnari var Julian Gregersen, nummar tvey var Gunnar Sivertsen og nummar trý var Rógvi Kárason.
5. umfar av TF Vetrarkappingini verður FM í lendisrenning. Hetta er øðrvísi renning, og kann eisini hava við sær, at broyting sæst í raðfylgjuni av rennarunum. Runnið verður á fløtuni við Studentaskúlan í Hoydølum og í viðarlundini við gentukostdeildina. Júst sum vit hava gjørt seinnu árini.
Síggjast í Hoydølum 13. februar.
TF VK-4 16. januar 2016 kl. 11.00 í Sørvági | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
Dreingir (2000-2004) – 3 km | |||||
1 | 10.20 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
2 | 10.38 | Hans Eihilt | Sivertsen | 2001 | Treysti |
3 | 11.20 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
4 | 11.40 | Ingi | Johannessen | 2002 | Roysnið |
Gentur (2000-2004) – 3 km | |||||
1 | 10.42 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 11.02 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
3 | 12.49 | Unna Ró | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
Kvinnur opin bólkur (-1999) – 12 km | |||||
1 | 49.19 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 50.42 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 51.47 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
4 | 52.19 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
5 | 55.07 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
6 | 55.47 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
7 | 55.56 | Paula | Mohr | 1968 | Hvirlan |
8 | 56.08 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
9 | 57.07 | Ann-Mari | av Skarði | 1974 | Bragdið |
10 | 57.50 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
11 | 58.58 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
12 | 1.02.06 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
13 | 1.02.29 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
14 | 1.03.36 | Jónrit | Dalsgaard | 1974 | Bragdið |
15 | 1.04.18 | Marita | Hansen | 1979 | Bragdið |
16 | 1.04.28 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
17 | 1.04.39 | Hallbjørg | Danielsen | 1973 | Roysnið |
18 | 1.04.56 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
19 | 1.05.08 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
20 | 1.05.21 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
21 | 1.06.32 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
22 | 1.06.41 | Vivian | Ole-Jacobsen | 1984 | Onki felag |
23 | 1.06.46 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
24 | 1.06.48 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
25 | 1.07.21 | Julianna | Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
26 | 1.08.03 | Petra | Mikkelsen | 1974 | Onki felag |
27 | 1.09.05 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
28 | 1.09.46 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
29 | 1.09.51 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
30 | 1.09.59 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
31 | 1.10.02 | Unna | Hansen | 1967 | Roysnið |
32 | 1.10.04 | Olga | Johannessen | 1967 | Roysnið |
33 | 1.11.03 | Elsibeth | Johannessen | 1966 | Roysnið |
34 | 1.13.11 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
35 | 1.13.55 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
36 | 1.18.27 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |
37 | 1.23.48 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
n.s. | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan | |
Kvinnur veteranar (1961-1970) – 12 km | |||||
1 | 50.42 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 51.47 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
3 | 52.19 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
4 | 55.47 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 55.56 | Paula | Mohr | 1968 | Hvirlan |
6 | 56.08 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
7 | 57.50 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
8 | 58.58 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
9 | 1.02.06 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
10 | 1.02.29 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
11 | 1.04.28 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
12 | 1.04.56 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
13 | 1.06.32 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
14 | 1.06.46 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
15 | 1.07.21 | Julianna | Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
16 | 1.09.05 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
17 | 1.09.46 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
18 | 1.09.51 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
19 | 1.10.02 | Unna | Hansen | 1967 | Roysnið |
20 | 1.10.04 | Olga | Johannessen | 1967 | Roysnið |
21 | 1.11.03 | Elsibeth | Johannessen | 1966 | Roysnið |
22 | 1.18.27 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |
n.s. | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan | |
Kvinnur superveteranar (-1960) – 12 km | |||||
1 | 1.05.08 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 1.05.21 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
3 | 1.09.59 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
4 | 1.13.11 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
5 | 1.13.55 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
6 | 1.23.48 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Mansunglingar (1995-1999) – 12 km | |||||
1 | 43.00 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 45.10 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
3 | 47.35 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
n.f. | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan | |
Menn opin bólkur (-1999) – 12 km | |||||
1 | 42.04 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
2 | 42.97 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
3 | 43.00 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
4 | 43.12 | Andrias | Hansen | 1982 | Bragdið |
5 | 43.16 | Guðmundur | Joensen | 1983 | Hvirlan |
6 | 45.01 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
7 | 45.10 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
8 | 45.34 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
9 | 45.47 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
10 | 46.30 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
11 | 47.31 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
12 | 47.35 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
13 | 48.07 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
14 | 48.08 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
15 | 48.19 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
16 | 48.57 | Regin | Thomsen | 1976 | Roysnið |
17 | 49.03 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
18 | 49.16 | Uni Svabo | Joensen | 1969 | Frælsi |
19 | 49.21 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
20 | 50.31 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
21 | 51.06 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
22 | 51.35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
23 | 52.06 | Egil | Olsen | 1963 | Bragdið |
24 | 52.19 | Páll Højgaard | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
25 | 53.04 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
26 | 53.13 | Rói Herup | Olsen | 1983 | Bragdið |
27 | 53.42 | Júst | í Túni | 1986 | Treysti |
28 | 54.14 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
29 | 54.33 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
30 | 55.13 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
31 | 55.29 | Rani Friang | Rasmussen | 1985 | Roysnið |
32 | 56.22 | Herluf | Hansen | 1973 | Bragdið |
33 | 57.24 | Terje | Hansen | 1968 | Roysnið |
34 | 57.26 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
35 | 57.51 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
36 | 58.00 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
37 | 1.00.00 | Kristin | Kristiansen | 1980 | Bragdið |
38 | 1.00.05 | Sverri | Eriksen | 1974 | Bragdið |
39 | 1.00.47 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
40 | 1.01.46 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
41 | 1.01.59 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
42 | 1.05.43 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
43 | 1.07.40 | Bent | Jacobsen | 1958 | Bragdið |
44 | n.f. | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
45 | n.f. | Regin | Jóanesarson | 1945 | Frælsi |
46 | n.s. | Allan | Dalsgarð | 1972 | Bragdið |
47 | n.s. | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið |
48 | n.s. | Rani | Nolsoe | 1959 | Treysti |
Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið | ||
Menn veteranar (1961-1970) – 12 km | |||||
1 | 45.34 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 45.47 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
3 | 47.31 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
4 | 48.07 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
5 | 48.08 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
6 | 48.19 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
7 | 49.03 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
8 | 49.16 | Uni Svabo | Joensen | 1969 | Frælsi |
9 | 50.31 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
10 | 51.06 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
11 | 51.35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
12 | 52.06 | Egil | Olsen | 1963 | Bragdið |
13 | 52.19 | Páll Højgaard | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
14 | 53.04 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
15 | 54.33 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
16 | 55.13 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
17 | 57.24 | Terje | Hansen | 1968 | Roysnið |
18 | 57.26 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
19 | 58.00 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
20 | 1.00.47 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
21 | 1.01.59 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
22 | 1.05.43 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
n.s. | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið | |
Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið | ||
Menn superveteranar (-1960) – 12 km | |||||
1 | 49.21 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 54.14 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
3 | 57.51 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
4 | 1.01.46 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
5 | 1.07.40 | Bent | Jacobsen | 1958 | Bragdið |
n.f. | Regin | Jóanesarson | 1945 | Frælsi | |
n.s. | Rani | Nolsoe | 1959 | Treysti |
2 comments
Hey,
Bara eina viðmerking, at Jóhan E. Simonsen gjøgnumførdi og var frammanfyri Páll Vesturbú. Hevur sjálvur skrásett 52:19.
Annars takk fyri ein góðan dag 🙂
Hey
Mín tíð passar ikki heilt, hevði 1.00.26 og var fyrr enn Jóannes Ortind á mál.
Comments are closed.