Home Nýggjastu tíðindi Rennarar royna seg í Reykjavík

Rennarar royna seg í Reykjavík

by Hallur Holm

Seinnapartin í dag kom ferðalagið hjá FÍF í øllum góðum til Reykjavíkar. Við í ferðalagnum eru Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø, Rúni Seloy og Regin Joensen, sum umboða talentbólkin hjá FÍF, Jóan Karl Joensen, sum umboðar elitubólkin hjá FÍF og Jan Elmar Sørensen, sum umboðar Treysti. Leiðarar eru teir báðir Guttorm Sørensen og Hallur Holm, sum vara av talentbólkinum. Ætlanin var at fleiri rennarar skuldu vera við, men av tí at flogfarið knappliga varð fullfermt við 60 svimjarum, sum eisini ætlaðu sær til Reykjavíkar, varð hetta tíverri av ongum.  

p1010316
Ferðaliðið avmyndað frammanfyri Hotel Ørkina – Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík, har vit búgva. F.v.: Guttorm, Rúni, Hallur, Regin, Jóan Karl, Rebekka, Jan Elmar og Bjørk. (mynd: Pál Joensen)

Seinnapartin í morgin, leygardagin, byrja kappingarnar, og allir okkara luttakarar skulu renna 800 metrar. Tó so. Seinasta kappingin henda dagin er 3.000 m fyri menn, og Guttorm metir seg vera so væl fyri, at hann ætlar at renna sína fyrstu innandurakapping nakrantíð.

Sunnumorgunin rennur Regin 200m, Rúni og Rebekka 400 m og Jan Elmar 1500m. Hesar kappingar eru allar í sonevndu Stórmót IR. Hetta er nógv tann størsta innandurakappingin í Íslandi, og hesuferð eru ikki færri enn 651 luttakarar við í heili 2400 startum!

Seinnapartin sunnudagin byrjar so Reykjavík International, sum er ein kapping fyri íslendsku elituna fyri vaksin. Harafturat er sterk gestaluttøka úr Noregi, Svøríki, Englandi, Wales og USA. Tað er sera hugaligt at staðfesta, at tríggir blaðungir føroyingar eru bodnir við til hesa sterku kapping, sum verður víst beinleiðis í íslendska sjónvarpinum.

Tað eru tey trý, Jóan Karl Joensen, Bjørk Herup Olsen og Rebekka Fuglø, sum øll fara at kappast á 1500 metrum. Besta møguleika at gera seg galdandi hevur Bjørk, sum frammanundan er tilmeldað við næstbestu tíð, og sum er føroyska metið frá í fjør summar.

Heimasíðan fer at fylgja við, og koma við myndum og frásagnum leygar- og sunnukvøldið.

0 comment
0

Related Articles