Leygardagin kl. 13.00 verður 4. umfar av Grand Prix fyri vaksin runnið suðuri í Vági á Jóanssøku. Eins og í 2006 og 2008 verður kappast runt Vatnið. 5 umfør á 1200 metrar ella íalt 6 kilometrar skulu rennast.
Kappast verður í vanligu bólkunum:
- Menn f. 1900-1994
- Kvinnur f. 1894-1994
- Menn Veteranar f. 1955-1964
- Kvinnur Veteranar f. 1894-1964
- Menn superveteranar f. 1900-1954
Umleið kl. 13.30, ella beint eftir renningina hjá teimum vaksnu, byrjar barnarenningin við vanligu aldursflokkingini. Skráin fyri barnarenningina er hendan:
- Gentur og dreingir f. 2003 og seinni renna 500 metrar
- Gentur og dreingir f. 2000-2002 renna 600 metrar
- Gentur og dreingir f. 1997-1999 renna 1200 metrar (eitt umfar runt Vatnið)
- Gentur og dreingir f. 1993-1996 renna 1200 metrar (eitt umfar runt Vatnið)
Meldað verður til her á síðuni (verður klárt mikudagin) ella á staðnum frá kl. 12.30. Møtt verður við Vatnið/VB-høllina, har startnummur skulu avheintast. Møguligt verður at skifta í VB-høllini.
Heiðursmerki verða til trý tey fremstu hjá bæði vaksnum og børnum.
Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.