Ivaveður. Mnjaaaa….. nei, ikki ordiliga. Tað er tað sum so hvørjaferð nýggjárshálvmaraton skal rennast. Men tað valdast um tú hugsar um góðar tíðir, ella bara at kunna gjøgnumføra renningina. Eingin orsøk var at hugsa um avlýsing vegna ís ella kava. Upphitingin av jarðarklótuni heldur fram, og kavin ger okkum rennarum alt minni ónáðir. Eisini hesa háveturs tíð.
65 treystir rennarar ávegis at fremja brøgd og roysni
At nakað heimsmet fór at verða sett hendan dagin, roknaði eingin við. Hann segði vestan og niður í útsynning, og tí kundi man vænta teir lovaðu 9 sekundmetrarnar inn á kjálkan og skrátt inn á høgra næsaglugga. Hann lovaði turt, men tá startskotið ljóðaði, dróg tað úr honum.
Hóast tað var kalt at bíða til startin, var lagið av tí besta.
65 rennarar stóðu klárir millum Fjarða, og teir komu allir í øllum góðum ta longu leið út á Toftakai. Ikki øll skilja, at man byrjar nýggja árið so ógvusliga, men so eru eisini tey, ella rættari hann, sum veruliga tók í herðatoppin á 2017. Sofus Poulsen úr Frælsi kom har vesturi frá, og setti bilin frá sær í Hósvík. So rann hann eitt hálvt maraton til startin millum Fjarða, og rann so eitt hálvt maraton afturat!!
Sofus Poulsen tók í hornini á 2017 og syfti eitt maraton niður á Toftakai
Tað var skjótt at teir tríggir fremstu menninir fóru undan hinum. Eirikur Hansen, Marnar Djurhuus og Cecil Weihe, sum tó bert fylgdi við fyrstu 3-4 kilometrarnar. Teir báðir fyrru fylgdust so at siga allan vegin á málið. Marnar var tó fyri tað mesta einar 30-40 metrar undan, og tað var hann eisini á málinum.
Fyrstu kilometrarnar var tað fyri tað mesta Eirikur hansen, sum førdi, við Marnari beint í hølunum
Teir báðir vóru greitt undan triðja manninum, Cecil Weihe, sum tó vann veteranbólkin. Eitt fitt petti var aftur til Henry Olsen og Una Svabo Joensen á næstu veteranplássunum.
Cecil Weihe er altíð væl fyri, og enn einaferð rakk hann millum teir tríggjar bestu í opna bólkinum.
Vinnarin hjá superveteranunum gjørdist Regin Zachariasen. Samlað rakk hann fjórðaplássinum! Hann fylgdist við Nielsi Poulsen stóran part av teininum. Niels endaði loksins á fimta plássi.
Vágaverk. Uni Svabo Joensen “sníkispurtar” seg fram um Jens Weihe. Uni vann bronsuna í veteranbólkinum, meðan Jens vann silvur hjá superveteranunum.
Kappingin hjá kvinnunum var ikki spennandi. Heilar 12 minuttir var Rigmor N. Arge framman fyri næsta rennaran. Kaldi váti mótvindurin sá ikki út til at nerva Rigmor tað allar minsta. Jonhard Larsen og Rigmor arbeiddu væl saman og hon endaði við einari frálíkari tíð.
Tveir garvaðir rennarar sóu týdningin í at hjálpa hvørjum øðrum. Bæði Rigmor N. Arge og Jonhard Larsen vóru stak væl nøgd við avrikið.
Ella Áarstein bæði rann og stríddist væl. Hon helt eltandi Bragdarkvinnunum aftanfyri seg og tryggjaði sær samlaða 2. plássið
Hergerð Heldarskarð og Ann-Mari av Skarði við grønubylgju í hølunum. Hergerð bleiv nummar trý og Ann-Mari nummar fýra av øllum kvinnunum.
Anna Sofía vann sína fyrstu rennikapping. Hon var fremst av kvinnunum í superveteranbólkinum
Seinasti teinurin úr Runavík um Saltnes og út á Toftir var fyri tey flestu bæði harður, vátur og kaldur. Prátið niðri við kaiina var stutt, og seinasti spurtur var niðan í Tofta Skúla, har lunkaðar brúsur og heitar vaflur og kaffi bíðaðu.
Nýggjárshálvmaraton hevði á fyrsta sinni sponsor, og nevndist í hesuferð Sketchers Nýggjárshálvmaraton. Skósølan við Gøtugjógv lutaði eitt par av Sketchers renniskóm burtur, og hepni vinnarin gjørdist Jóhan Simonsen. Ein góður vinnari, sum bara hevur runnið í Sketchers tey seinastu árini
Roysnið við formanninum Arnfinni Johannesen á odda, eigur alt rós uppiborið fyri væl avgreidda kapping og hugnaliga samveru aftaná.
Øll úrslitini síggjast her: pdf_nyggjarshalvm_2017