Home Nýggjastu tíðindi Rógvi bronsu í spjótkasti og Marnar bronsu á 5.000!!

Rógvi bronsu í spjótkasti og Marnar bronsu á 5.000!!

by Hallur Holm

Innheintingin av heiðursmerkjum gongur við rúkandi ferð, og í kvøld komu bæði fimta og sætta heiðursmerkið í skjáttuna. Talan var um bronsumerki í spjótkasti til Rógva Højgaard og til Marnar Djurhuus á 5.000 metrum. Allir okkara tríggir finalistar vóru í kapping samstundis, tí eisini Trygvi Laksafoss var í gongd við longdarlopsfinaluna hetta intensa tíðarbilið.

Rógvi Højgaard legði seg eftir fyrsta umfar á triðja pláss av teimum sjey spjótkastarunum við einum kasti beint undir 53 metrar. Langt frá tryggur, tí ein orknoyingur var beint aftanfyri. Í triðju royndini eydnaðist Rógva at økja til 54,05 metrar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið hjá Rógva. Men tað var ein sera spentur Rógvi, sum eygleiddi orknoyingin kasta seinastu umførini. Lukkutíð fyri Rógva og Føroyar eydnaðist ikki orknoyinginum at økja, og fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki til Rógva var veruleiki. Fyrsta og annað plássið gjørdist einki við. Ein av Cayman Island setti í fyrstu royndini oyggjaleikamet við 70,66 m, og gamli methaldarin kastaði yvir 62 m.


Rógvi fær sær ferð. Hetta kastið endaði úti á 53,66 m.

Føroyingar hava uppbygt eina ávísa traditión innan spjótkast í oyggjaleikahøpi. Rógvi er nevnliga triðji føroyingur, sum vinnur heiðursmerki. Hinir báðir vóru Líggjast Høgnesen, sum vann silvur í Føroyum í 1989 og Heini Hansusarson, sum vann bronsu í 2003. Í 1995 manglaði Jørgen Meitilberg  bert 12 cm í eitt bronsumerki og í dag stendur Hanus Bergsson og trippar á síðulinjuni, spentur til næstu oyggjaleikir, tá tað er sera sannlíkt, at hann verður partur av oyl-liðnum.


Loksins kom bronsumerkið, sum Rógvi hevur bíðað so leingi eftir. Harvið er hann við at halda lív í føroysku spjót-traditiónunum.

Hin tekniska greinin, sum koyrdi samstundis sum spjótkastkappingin, var longdarlopskappingin hjá monnum, har vit høvdu Trygva Laksafoss millum teir seks luttakararnar. Í longdarlopi er so at siga ógjørligt at vinna nakað heiðursmerki, tí tey hava Morgan-tvíburðarnir av Cayman Island patent uppá. Í dag leyp Carl 7,46 m meðan Carlos leyp 7,45. Teir munnu nokk vera eineggjaðir tvíburðar. Og bert 13 cm frá gullinum kom Bruce DeGrilla við 7,33 metrum, so har var ikki nógv at gera.


Trygvi, súkklandi í leysari luft.

Trygvi hevði sum mál at leypa yvir 6 metrar, og helst eisini yvir 6,02, sum er hansara persónliga met. Lopini hjá Trygva vóru javnt góð, men tað manglaði eitt sindur í, at røkka málinum. Longsta lopið hjá Trygva varð 5,74 metrar. Øll lopini hjá Trygva vórðu góðkend, og tað stytsta var næstan líka langt sum tað longsta.


Trygvi Laksafoss var ikki heilt nøgdur, men hann kemur sterkt aftur um tvey ár!

Í kvøld skuldi Marnar Djurhuus eisini royna at verja sítt bronsumerki, sum hann vann á 5.000 metrum fyri tveimum árum síðani. Við at nærlesa startlistan sást, at hetta fór ikki at verða heilt ómøguligt. Á veg oman rennibreytina komu vit at fylgjast við orknoyinginum, sum vann silvur á 10.000 metrum, og sum var okkara favorittur at vinna 5.000 meturin. Hann segði okkum, at hann fór ikki at renna, men ætlaði at brúka allar kreftirnar uppá ½ maraton. Nú varð støðan knappliga ein heilt onnur, tí nú vistu vit, at tað nokk ikki var nakar av hinum, sum kundi leggja so hart út, at Marnar ikki kundi fylgja við tað mesta av teininum. Marnar hevur eisini ein sera góðan endaspurt, so í veruleikanum var heiðursmerkjastríðið víðopið.


Soleiðis sá myndin út stórar partar av renningini. 

Kappingin bleiv júst sum væntað. Oliver Lockley av Isle of Man, sum bleiv nr. 4 á 10.000 m, legði seg á odda og helt javna ferð umleið 3.10 pr. km. Hetta var gongdin heilt inntil tað manglaðu einir 500 metrar, tá lolo Hughes av Ynos Mon brádliga tók sjógv á bak, og ætlaði at avgera alt í einum longum spurti. Marnar og Lockley royndu at halda aftaná, men Hughes, sum hevði verið fullkomiliga ósjónligur alla renningina, hevði timað sína renning perfekt. Lockley jaktaði til tann bitra enda, men fekk ongantíð Hughes aftur. Marnar resigneraði tá 200 metrar vóru eftir, men var tryggur á bronsuni við 15.46,70 – bert eitt sekund frá síni bestu tíð, men 10 sekund skjótari enn á seinastu oyggjaleikum.


Rógvi og Marnar – tveir glaðir og stoltir heiðursmerkjavinnarar. Hjartaliga tillukku!

Tað allar seinasta av Bermuda er, at Rebekka Fuglø við 2.17 min hevur runnið seg trygt í 800 m finaluna hjá kvinnum. Hetta var hennara næstbesta tíð nakrantíð, og hevði verið føroyskt met fyri bert trimum vikum síðani. Men hetta sá leikandi lætt út hjá Rebekku, so sera spennandi verður í finaluni, sum har feltið annars líkist einari av størstu krúttunnunum á oyggjaleikunum.

0 comment
0

Related Articles