Home Nýggjastu tíðindi Roysnið havt aðalfund

Roysnið havt aðalfund

by Hallur Holm

Í gjárkvøldið helt Roysnið ársaðalfund í kantinuni í Skúlanum við Løkin. Har var okkurt gott til matna og uppmøtingin var av tí besta. Formaðurin síðan endurstovningina av Roysninum, Marnar Pattinson, stóð fyri vali, og hann ynskti ikki at stilla upp aftur. Fyri vali stóð eisini Julianna Frederiksberg, sum tók við afturvali.

Hallbjørg Danielsen varð vald í nevndina fyri Marnar, og verður hetta einasta broyting í nevndini. Ikki er greitt enn, hvør verður formaður. Nevndin fer at skipa seg á fyrsta nevndarfundi.

Roysnið 2015
Nýggja nevndin í Roysninum hevur ikki skipað seg enn. F.v.: Rani F. Rasmussen, Arnfinn Johannesen, Julianna Frederiksberg, Hallbjørg Danielsen og Eirikur Joensen. 

Pattinson
Marnar er higartil einasti formaðurin í Roysninum, síðani tað varð endurstovnað fyri trimum árum síðani. Vit takka Marnari fyri gott samstarv og vóna framhaldandi at síggja hann í kappingarskónum

0 comment
0

Related Articles