Home Nýggjastu tíðindi Rúni rennur kl. 14.30

Rúni rennur kl. 14.30

by Hallur Holm

Í dag kl. 14.30, stutt eftir at setanarhátíðarhaldið í Moskva er av, stendur Rúni Seloy klárur til 1.000 m startin á Luzhniki Stadion. Saman við øðrum evropeiskum framtíðarstjørnum hava teir allir dreymin um at gerast ein av teimum trimum miðteinarennarunum, sum skal umboða Evropa, tá Ungdóms OL verður hildið í Singapore í August.

runi eftir 400m
Rúni Seloy fremstur á myndini

Uppgávan og avbjóðingin er helst tann størsta, sum nakar føroyingur fyrr hevur havt í frælsum ítrótti. Og tað er sanniliga eisini uppiborið. Av øllum ungdómum frá 1994, gjørdist Rúni í 2009 skjótasti 800 m rennari í Norðurlondum.   

At tað í Moskva skulu rennast 1.000 metrar kemst av, at bert ein miðteinur verður runnin. Hetta gevur so bæði 800 m- og 1.500 m rennarum nøkulunda somu møguleikar. Um hetta er gott ella ringt fyri Rúna, er ilt at siga. Hann plagar altíð at vera best, tá um ræður.

Tíverri hevur hann verið illa darvaður av einum knæskaða bæði í vetur og vár, og mín sann um ikki pínan vendi aftur eftir Tårnby Games fyri tveimum vikum síðani. So tíverrri eru seinastu fyrireikingarnar farnar fram í Concept 2 rógvimaskinuni. Sæð í tí ljósinum er tað kanska ikki ein fyrimunur at fara upp á 1.000 metrar.

Men vit vóna tað besta, og vit ynskja alla eydnu til Rúna í dag!

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hans 21.05.10 - 11:06

KOM SO RÚNI!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!

Comments are closed.