Home Nýggjastu tíðindi Rúni Seloy klárað kravtíðina til ungdóms-ol!!

Rúni Seloy klárað kravtíðina til ungdóms-ol!!

by Hallur Holm

Um vikuskiftið var finalan um danska liðmeistaraheitið í elitudivisiónini hildið á heimavøllinum hjá Sparta, Østerbro Stadion. Millum tey seks feløgini í finaluni var eisini Hvidovre AM, sum er felagið Rúni Seloy plagar at umboða, tá hann luttekur í donskum meistaraskapum. Og beinanvegin tá Rúni rann sína frálíku tíð á oyggjaleikunum vóru boð eftir honum at verða við til DM-finaluna.

Rúni, sum bert er 15 ára gamalur var yngstur av øllum monnunum hendan dagin, men tað forðaði honum ikki í at fáa eitt rimmar úrslit. Eftir eitt skjótt fyrsta umfar uppá beint undir 57 sek. megnaði hann eisini at renna 2. umfar í undirkantinum av 60 sek. so at samlaða tíðin gjørdist 1.56,73, sum er 1,22 sek. ella einar 8 metrar skjótari enn á oyggjaleikunum! Hetta rakk til eitt 4. pláss, og 3 stig til Hvidovre, sum teir annars ikki høvdu roknað við.

Við tíðini 1.56.73 er Rúni eisini vorðin næstskjótasti føroyingur nakrantíð, og lítið man vera at ivast í, at hann næsta ár fer at taka metið hjá Marna Joensen, sum er 1.55,5.

At Rúni nú hevur brotið 1.57 markið, merkir eisini, at hann hevur klárað danska kravið til ungdóms-ol, sum verður í Finlandi í 2011. Eitt annað ungdóms-ol, sum IOC skipar fyri, verður í Singapore í 2010. Kvalifikatiónskrøvini til ta kappingina fyriliggja ikki enn.

Hetta var seinasta kapping hjá Rúna í ár, og FÍF ynskir Rúna tillukku við tí frálíka úrslitinum, og við einum væleydnaðum kappingarári yvirhøvur.

Meira kann eisini lesast um Rúna á www.bragdid.fo har leinkja eisini er til øll úrslitini frá kappingini.

0 comment
0

Related Articles