Home Nýggjastu tíðindi Rúni Seloy sannlíkt til European Youth Olympic Trials í Moskva

Rúni Seloy sannlíkt til European Youth Olympic Trials í Moskva

by Hallur Holm

Hóast bert 15 ára gamalur, gjørdist 2009  eitt satt gjøgnumbrotsár hjá Rúna Seloy sum senior-rennari. Hann kom sum yngsti føroyski íðkari í frælsum ítrótti nakrantíð við til oyggjaleikirnar á Álandi. Ikki tí at hann hevði klárað kravtíðirnar, men tí at hann kom undir serligu talentúttøkuna, har víkjast kann frá kravtíðini. Og talentið skuffaði ikki. Á Álandi gjørdi hann alt og øll bilsin, tá hann brádliga rann langt langt undir kravtíðina, og samstundis ognaði sær pláss í sjálvari 800 m finaluni, har hann eisini fekk eitt gott úrslit, og enn einaferð rann undir kravtíðina.

runi aftana
Rúni eftir at hava tryggjað sær finalupláss á 800m á Oyggjaleikunum á Álandi í 2009

Hesi tíðindi bórust skjótt suður um hav, og tað var alt fyri eitt, at Hvidovre Atletik gjørdi pláss fyri Rúna á sínum elitu-liði, sum skuldi renna DM-finalu fyri lið í september. Og her gekst enn betur! Eitt gott sekund afturat varð skorið av tíðini, sum nú bleiv 1.56,73. Harvið hevði Rúni klárað kravið hjá Dansk Atletikforbund um at sleppa við til European Youth Olympic Trials, sum verður í Luzhniki Sport City í Moskva 21. – 23. mei 2010.

Tað er europeiska sambandið fyri frælsan ítrótt, EAA, sum skipar fyri hesi kapping, har allir teir bestu ungu atletarnir (16-17 ár) úr Europa fara at dystast um at sleppa við til Youth Olympic Games, sum verður í Singapore í august. Hetta er fyrstu ferð at hendan kappingin verður hildin, og skal ikki koma í bland við  Youth Olympic Festival, sum annars  er kent sum ungdóms-ol í manna munni.

Undir øllum umstøðum verður Rúni so møguliga tann fyrsti føroyingurin at royna seg í slíkari kapping. Møguliga, tí at hann fyrst skal klára eitt stabilitetskrav, sum prógvar at hann framvegis er í góðari venjingarstøðu. Vónandi fara skaðarnir, sum hava darvað Rúna í vetur, ikki at oyðileggja henda stóra møguleika fyri hann. Fyrsta royndin at klára stabilitetskravið verður til innandura-DM fyrsta vikuskifti í mars, og um tað skuldi kiksað, er aftur ein møguleiki til Tårnby Games fyrst í mei.

At tað er meira enn vanliga trupult at koma so langt, sum Rúni longu nú er komin, boðar fyribilslistin av donskum íðkarum frá. Rúni er nevnliga einasti drongur, sum kemur at renna fyri Dansk Atletikforbund. Eingin annar danskur rennari hevur klárað kravtíðirnar. Bert ein hæddarloypari og ein longdarloypari umframt 5 gentur. Tá skal eisini havast í huga, at Rúni er í yngra árganginum!

At enda skal nevnast, at Rúni í 2009 gjørdist skjótasti 15 ára gamli í norðurlondum á 800 metrum. Ein staðfesting, sum var løtt at fáa eyga á, tá hann í heyst kveistraði alla mótstøðu burtur, og vann DM Gull á bæði 800 og 1500 metrum!

Góða eydnu!

2 comments
0

Related Articles

2 comments

GUTTI 10.02.10 - 00:33

Mega flott Rúni ! Góða eydnu í Moskva 🙂

Bjørk 10.02.10 - 20:46

Góða eyndu, Rúni! 😀

Comments are closed.