Home Nýggjastu tíðindi Rutan á Sundalagsstevnuni er løgd

Rutan á Sundalagsstevnuni er løgd

by Hallur Holm

Teinurin hjá teimum vaksnu á Sundalagsstevnuni er sum kunnugt 7 kilometrar. Byrjað verður við Skótahúsið/skúlan; sneitt verður beinanvegin til høgru, yvir um brúnna, undir viaduktina og inn eftir gamla bygdarvegnum. Síðani oman á keiina inn til Fjarðahús, har vent verður (2,5 km) og renna so sama veg útaftur. Tá vit koma aftur til  start/máløkið, renna vit framvið 5 km merkinum, og halda so víðari ein kilometur út eftir gamla bygdarvegnum, har vit venda og renna seinasta kilometurin heim. Málið er á sama staði sum starturin.

Tað vil siga, at fyrstu 5 kilometrarnir eru teir somu, sum í kappingini fyri trimum árum síðani, skuldi onkur kunna minst aftur á tað. Hesuferð eru so bara tveir kilometrar lagdir afturat rutuni.

Allir barnateinarnir eru “út og heim rutur”, har vent verður hálvvegis. Rennast skal út eftir bygdarvegnum móti kirkjuni.

0 comment
0

Related Articles