Í gjár var fjúrtanda útgáva av Top Run runnin. Renningin úr Kollfjarðadali niðan á Sornfelli, sum so at siga bara er í mótbrekku. Tað er stuttligt at síggja, at ofta ókendir rennarar royna seg á hesum 9,8 km langa teininum. Rennarar sum vit annars vanliga ikki síggja í teimum meira siðbundnu kappingunum.
Ungi Hans Erland herjar avstað í síni triðju Top Run kapping.
Men so eru tað eisini rennararnir, sum vit kenna. Hans Birgir hevur verið við til allar 14 Top Run, Regin Jóannesarson og Sam Vang hava bara mist eina. Men Sam Vang hevur ikki bara runnið ofta. Hann hevur sanniliga eisini vunnið ofta. Ræðuliga ofta. Í gjár fekk Sam sín 10. Top Run sigur, og hevur hann tí uppiborið heitið sum Kongurin av Sornfelli.
Kongurin av Sornfelli vann sína 10. Top Run kapping í gjár!!!
Sam legði varliga fyri í gjár. Kortini var tað bara Martin Gravesen, sum megnaði at fylgja Samminum. Eftir tríggjar kilometrar segði Sam farvæl og takk, og fór langt undan. Góðan minuttin var hann undan Martin Gravesen á øðrum plássi. Pauli Jóhannesen stóð stinnur í brekkunum og helt ímóti trýstinum frá ungu pressarunum Hans Erland Thomsen og Dánjal Dahl Ljósheim. Hesir báðir seinastu blivu nr. 1 og 2 í yngra bólkinum (-40 ár).
Kvinnukappingina vann Inga Thorkildshøj góðan minuttin frammanfyri Hallbjørg Danielsen, sum tó vann bólkin +40. Conny Mikkelsen bleiv samlað nummar trý.
Heiðursmerkjavinnararnir í bólkinum -40 ár. F.v.: Herdis Ludvig (nr. 2) Inga Thorkildshøj (vinnari) og Marita Hansen, føðingardagsbarnið, (nr. 3)
Les eisini frágreiðing á www.bragdid.fo
Myndir á facebook hjá Ítróttarfelagið Bragdið
Úrslitini síggjast útgreinað her
Nr | Navn | Felag | Tíð |
1 | Sam Vang | Bragdið | 00:46:08 |
2 | Martin Gravesen | Bragdið | 00:47:13 |
3 | Pauli Johannesen | Bragdið | 00:48:56 |
4 | Hans Erland Thomsen | Bragdið | 00:49:47 |
5 | Dánjal Dahl Ljósheim | Hvirlan | 00:50:08 |
6 | Uni Svabo Joensen | Frælsi | 00:52:31 |
7 | Jens R. Weihe | Frælsi | 00:53:08 |
8 | Herluf Jakobsen | Bragdið | 00:54:07 |
9 | Magni Jóhansson Hansen | 00:55:11 | |
10 | Rói Nolsøe | Bragdið | 00:55:27 |
11 | Jósvein Herup Olsen | Bragdið | 00:55:38 |
12 | Ingi Johannessen | Roysnið | 00:56:22 |
13 | Dan Kruse Thomsen | Bragdið | 00:58:01 |
14 | Herluf Hansen | Bragdið | 00:58:32 |
15 | Kári Simonsen | Hvirlan | 01:00:19 |
16 | Karlo Bernt Nielsen | 01:00:23 | |
17 | Rógvi Olavson | 01:00:48 | |
18 | Sverri Mohr Edvinsson | 01:01:01 | |
19 | Rúni M. Simonsen | 01:02:14 | |
20 | Sverri Eriksen | Bragdið | 01:02:57 |
21 | Arnfinnur Helmsdal | Bragdið | 01:04:23 |
22 | Bent.H Jakobsen | Bragdið | 01:04:23 |
23 | Sofus Poulsen | Frælsi | 01:04:43 |
24 | William Joensen | 01:06:27 | |
25 | Oddmar Kruse | MIF | 01:07:31 |
26 | Sørin O. Djurhuus | 01:10:33 | |
27 | Dimitri E. Johannesen | 01:10:44 | |
28 | Robert Vilhelmsen | Bragdið | 01:11:14 |
29 | Olav Absalonsen | 01:18:04 | |
30 | Regin Jóanesarson | Bragdið | 01:27:40 |
31 | Hans Birgir Hansen | Bragdið | 01:29:08 |
Nr | Navn | Felag | Tíð |
1 | Inga Thorkildshøj | Bragdið | 01:02:41 |
2 | Hallbjørg Danielsen | Roysnið | 01:04:08 |
3 | Conny Mikkelsen | Bragdið | 01:05:45 |
4 | Petra Weihe Mikkelsen | 01:06:22 | |
5 | Herdis Ludvig | Bragdið | 01:07:17 |
6 | Marita Hansen | Bragdið | 01:08:41 |
7 | Unna Hansen | 01:09:21 | |
8 | Karin Maria Isaksen | Bragdið | 01:09:31 |
9 | Elisabeth Rasmussen | Bragdið | 01:11:46 |
10 | Elisabeth Wennerstrøm | 01:13:23 | |
11 | Asta Hubeck-Graudal | Bragdið | 01:16:45 |
12 | Rúna Midjord Dam | Bragdið | 01:34:52 |