Home Nýggjastu tíðindi Sam og Ella vunnu 1. Gásadalur – Sandavágur ½ maraton

Sam og Ella vunnu 1. Gásadalur – Sandavágur ½ maraton

by Hallur Holm

Nú vóni eg ikki, at nakar lesur yvirskriftina skeivt, og kanska heldur at onkur rennari hevur fingið salmonella av øllum teimum góðu køkunum, sum Frælsi borðreiddi við aftaná renningina leygardagin. Nei, eingin gjørdist sjúkur. Tvørtur ímóti vóru vit nógv frískari aftaná teir 21,1 km enn tá vit stóðu mitt í bygdini í Gásadali og hugdu stúrandi niðan í ógvusligu brekkuna niðan móti tunnlinum.

Veðrið var av tí allar fagrasta sum hugsast kann til slíka renning. Sólarglottar, lýtt, turt og eitt lot undan tað mesta av leiðini. Bert seinasta teinin av Giljanesi fingu rennararnir mótvind. Sam Vang og Henry Olsen vístu sera góðan form og fingu heilt góðar tíðir á hesi tungu rutuni, har eisini  2 km langa brekkan frá kirkjuni í Sørvági niðan til flogvøllin kostar nógv í endaliga tíðarroknskapinum.

Ella Áarstein rann eisini upp til sítt allar besta, og vann kappingina hjá kvinnunum í harðari kapping við Eydnu Olsen og við Astrid Joensen. Heilar 40 kvinnur og 44 menn komu á mál hesi kappingini, sum fekk óvæntaða góða undirtøku.


Sam Vang er sera væl fyri í løguni og gjørdist 1. vinnari av Gásadals ½ maraton. (mynd lænt frá: jn.fo)

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru at síggja á jn.fo

Vágar ½marathon 6. september 2014

Kvinnur opin bólkur (-1997)
Nr. Tíðin Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 1:42:40 Ella Áarstein 1964 Treysti
2 1:43:24 Eydna Olsen 1976 Bragdið
3 1:44:03 Astrid Joensen 1967 Roysnið
4 1:46:15 Gunnvá Gaard  Onki felag
5 1:51:25 Gunnhild Helmsdal 1977 Onki felag
6 1:51:42 Ann-Mari av Skarði 1974 Onki felag
7 1:52:24 Helga Susanna Johansen 1981 Treysti
8 1:52:41 Poula Maria Kass
9 1:54:29 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
10 1:55:23 Eydna Weihe 1969 Bragdið
11 1:56:05 Beinta Nygaard 1970 Bragdið
12 1:57:32 Margreta Knudsen 1964 Onki felag
13 1:58:41 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
14 1:58:53 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
15 1:59:44 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
16 2:02:27 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið
17 2:02:27 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
18 2:03:01 Dagmar Clothier 1972 Bragdið
19 2:03:26 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
20 2:04:17 Sólfríð Fjallsbak 1977 Frælsi
21 2:04:36 Christel Christoffersen 1971 Frælsi
22 2:05:12 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
23 2:06:15 Kitty May Ellefsen 1968 Onki felag
24 2:06:48 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
25 2:07:43 Sólvá Vest 1977
26 2:10:25 Rannvá Hansen 1975 Onki felag
27 2:11:34 Sára Mrdalo 1971 Roysnið
28 2:11:34 Unna Hansen 1967 Roysnið
29 2:12:22 Anna Sofía Kristiansen 1960 Onki felag
30 2:12:56 Haidi Olsen 1951 Onki felag
31 2:13:15 Joan úr Dímun
32 2:13:57 Hansina Vilhelmsdóttir 1978 Onki felag
33 2:14:30 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
34 2:14:36 Marita Hansen 1979 Bragdið
35 2:21:25 Alda í Ólavsstovu Dam 1970 Bragdið
36 2:22:01 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
37 2:22:19 Martha Gregersen 1982 Roysnið
38 2:23:43 Bjørt Samuelsen 1965 Bragdið
39 2:33:35 Ingun Olsen 1959 Bragdið
40 2:39:35 Hervør Joensen 1962 Frælsi
DNS Gunnvá Zachariasen 1973 Bragdið
DNS Súsan Tavsen 1965 Frælsi

Menn opin bólkur (-1997)
1 1:19:19 Sam Vang 1970 Bragdið
2 1:20:54 Henry Olsen 1964 Bragdið
3 1:27:41 Hallur Holm 1967 Bragdið
4 1:27:49 Albert Johansen 1966 Frælsi
5 1:31:27 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
6 1:31:42 Absalon Hansen 1959 Bragdið
7 1:32:06 Uni Joensen 1969 Frælsi
8 1:34:45 Jákup Sverri Kass  Onki felag
9 1:35:30 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
10 1:35:47 Dan Knudsen 1962 Bragdið
11 1:36:48 Andreas Josephsen 1968 Treysti
12 1:36:57 Jógvn Eli Joensen
13 1:38:01 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
14 1:38:04 Herluf Hansen 1973 Bragdið
15 1:38:29 Kaj Dam 1966 Treysti
16 1:39:49 Kári Simonsen 1959 Bragdið
17 1:40:25 Magni Jacobsen 1976 Onki felag
18 1:41:02 Pól Sundsskarð 1957 Treysti
19 1:41:20 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
20 1:41:32 Rani Nolsøe 1959 Treysti
21 1:41:43 Frank Hansen 1972 Onki felag
22 1:41:53 Christian Olsen 1962 Bragdið
23 1:43:22 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
24 1:44:03 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
25 1:44:53 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
26 1:44:57 Hans Michael í Mittúni 1978 Treysti
27 1:45:22 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
28 1:47:21 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
29 1:47:27 Niels Hansson 1957 Bragdið
30 1:48:28 Heri Christoffersen 1972 Frælsi
31 1:48:45 Sverri Mohr Edvinsson 1965 Onki felag
32 1:49:03 Sølvi Simonarson 1978 Frælsi
33 1:50:55 Birgir av Vollanum 1972 Onki felag
34 1:51:21 Hans Karl Jacobsen 1980 Onki felag
35 1:51:59 Petur Eli Niclasen 1968 Frælsi
36 1:54:15 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
37 1:56:41 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
38 1:57:16 Jóhann  Ásmundsson 1979 Onki felag
39 2:00:20 Jan Egholm 1972 Bragdið
40 2:06:34 Eli Joensen 1975 Onki felag
41 2:15:39 Chris Shields 1979 Bragdið
42 2:16:37 Heðin Poulsen 1968 Frælsi
43 2:17:04 Álvur Áarstein 1954 Treysti
44 2:33:19 Regin Jóanesarson 1945 Hvirlan
DNS Dánjal Joensen 1960 Frælsi
DNS Jákup Sveinbjørn Olsen 1994 Onki felag
DNS Martin Joensen 1983 Hvistan
DNS Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
DNS Tummas Anthoniussen 1964 Treysti

Kvinnur veteranar (1959-1968)
1 1:42:40 Ella Áarstein 1964 Treysti
2 1:44:03:42 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3 1:46:15 Gunnvá Gaard  Onki felag
4 1:54:29 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
5 1:57:32 Margreta Knudsen 1964 Onki felag
6 1:58:41 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
7 1:58:53 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
8 2:02:27:71 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
9 2:05:12 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
10 2:06:15 Kitty May Ellefsen 1968 Onki felag
11 2:06:48 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
12 2:11:34 Unna Hansen 1967 Roysnið
13 2:12:22 Anna Sofía Kristiansen 1960 Onki felag
14 2:14:30 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
15 2:22:01 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
16 2:23:43 Bjørt Samuelsen 1965 Bragdið
17 2:33:35 Ingun Olsen 1959 Bragdið
18 2:39:35 Hervør Joensen 1962 Frælsi
DNS Súsan Tavsen 1965 Frælsi

Menn veteranar (1959-1968)
1 1:20:54 Henry Olsen 1964 Bragdið
2 1:27:41 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 1:27:49 Albert Johansen 1966 Frælsi
4 1:31:42 Absalon Hansen 1959 Bragdið
5 1:35:30 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
6 1:35:47 Dan Knudsen 1962 Bragdið
7 1:36:48 Andreas Josephsen 1968 Treysti
8 1:36:57 Jógvn Eli Joensen
9 1:38:01 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
10 1:38:29 Kaj Dam 1966 Treysti
11 1:39:49 Kári Simonsen 1959 Bragdið
12 1:41:32 Rani Nolsøe 1959 Treysti
13 1:41:53 Christian Olsen 1962 Bragdið
14 1:44:03 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
15 1:45:22 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
16 1:47:27 Niels Hansson 1964 Bragdið
17 1:48:45 Sverri Mohr Edvinsson 1965 Onki felag
18 1:51:59 Petur Eli Niclasen 1968 Frælsi
19 1:54:15 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
20 1:56:41 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
21 2:16:37 Heðin Poulsen 1968 Frælsi
DNS Dánjal Joensen 1960 Frælsi
DNS Tummas Anthoniussen 1964 Treysti

Kvinnur superveteranar (-1958)
1 2:12:56 Haidi Olsen 1951 Onki felag

Menn superveteranar (-1958)
1 1:31:27 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
2 1:41:02 Pól Sundsskarð 1957 Treysti
3 1:44:53 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
4 1:47:21 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
5 2:17:04 Álvur Áarstein 1954 Treysti
6 2:33:19 Regin Jóanesarson 1945 Hvirlan

0 comment
0

Related Articles