Home Nýggjastu tíðindi Sam Vang enn fult stigatal – VK 3 frásøgn

Sam Vang enn fult stigatal – VK 3 frásøgn

by Hallur Holm

Í dag varð triðja umfar av Vetrarkappingini runnið í Hvalvík og Streymnesi. Veðrið seinastu dagarnar, ja alla ta seinastu vikuna, hevur verið ikki sørt ivasamt. Ivasamat var veðrið fyri so vítt eisini í gjárkvøldið og í morgun við. Men klokkan gott 10 í morgun var brádliga stilli, eini 3 stig og sólin hevði hug at kaga fram. Fantastiskt! Bert spell, at nógvur ísur var á strekkinum frá bygdarvegnum fram til ítróttarhúsið við Margáir og at tað framvegis var hált á bygdarvegnum í Streymnesi.

Beint undan startinum klokkan 11 broyttist veðrið aftur. Ísakaldur vindur, fyrst við heglingi og síðani við vátaslettingi, legði ein dempara á sjálvt teir seigastu rennararnar. Guttorm Sørensen royndi tó at gera lívið hart fyri hinar rennararnar við at halda so høga ferð sum gjørligt. Bert Sam Vang megnaði at fylgja við. Og tá farið varð út á seinasta av teimum trimum umførunum, setti Sam sjálvur meira ferð á og fekk eitt hol aftur til Guttorm. Hetta holið varðveitti Sam heilt á mál og gjørdist sostatt nr 1 frammanfyri Guttorm, sum bleiv nr. 2. Henry Olsen, sum vann nýggjárshálvmaraton gjørdist nr. 3. Sostatt hevur Sam framvegis fult stigatal við nú trimum sigrum á rað í Vetrarkappingini.

Rebekka Fuglø vann bæði tey fyrru umførini í kvinnukappingini. Vegna sjúku var hon ikki við í dag, og tí skuldi nýggjur vinnari finnast; og fleiri lógu fram við. Ikki var langt millum tær tríggjar fremstu heldur, og endin var, at Borgny Mohr Nielsen, Bragdið vann frammanfyri Ellu Áarstein, Treysti og Gunhild Helmsdal, Bragdið. Ella vann eisini kappingina hjá veteran-kvinnunum. Her gjørdist Karin K. Petersen, Treysti nr. 2 og Hergerð Heldarskarð, Bragdið nr. 3.

Veterankappingina hja monnunum vann Henry Olsen, Bragdið, meðan Borgar Biskopstø, Treysti og John Egholm, Hvirlan komu á næstu plássunum. Bert ein unglingur var møttur. Tað var sonur John, Ólavur Egholm, Hvirlan, sum sostatt vann gull. Hetta er ikki fyrstu ferð, at feðgarnir eru komnir aftur at húsum á Velbastað við onkrum um hálsin. Toppskorarin hjá superveteranunum, Óli Olsen, Bragdið var ikki á startlinjuni í dag. Hesum gjørdi Jens Weihe sær dælt av, og vann sín fyrsta sigur í Vetrarkappingini í ár. Gunnar Simonsen, Treysti, gjørdist nr. 2 og Jóannes Ortind, Frælsi gørdist nr. 3.

Marnar Djurhuus, Treysti, sum nýliga er afturkomin úr Malmø, har hann vann silvur í kapping á 1.500 metrum, var favorittur at vinna dreingjabólkin. Hesin bólkur rann eins og gentubólkurin eitt umfar, ella umleið 3,2 km. Marnar kom eisini á mál væl fremstur við eini sera góðari tíð, tá hugsað verður um umstøðurnar. Regin Joensen, Bragdið, sum eisini var í Malmø, bleiv nr. 2 og Einar Gregersen, Treysti bleiv nr. 3. Ein genta var við. Tað var Hildur Poulsen, Bragdið, sum fekk gullheiðursmerki.

Fjórða og seinasta umfar verður í Hvannasundi leygardagin 26. februar kl. 11.00. Meira um tað seinni.

Úrslitini eru her

Samlaða støðan eftir 3. umfar er her

Myndir eru at finna www.picasaweb.com/treysti

1 comment
0

Related Articles

1 comment

R. Thomsen 06.02.11 - 10:43

samlaða støðan:
http://www.fif.fo/wp-content/uploads/2011/02/Vetrarkappingin-2010-2011-samlad-31.pdf
(link í tekstinum vísir til picasa)

Comments are closed.