Home Nýggjastu tíðindi Samrøða við Hera Ziska, menningarvenjari hjá Hvirluni

Samrøða við Hera Ziska, menningarvenjari hjá Hvirluni

by Jórunn Gudmundsen

Heri Ziska er venjari í Hvirluni, har hann venur elsta bólkin, innan fyri allar greinar, í frælsa ítróttinum.

Hevur tú sjálvur íðkað frælsan ítrótt?
Eg byrjaði at kasta í 1989 og steðgaði fyri trimum árum síðan og eri nú venjari burturav. Var byrjaður, at kappast sum veteran, men mátti velja í millum at kappast og at vera venjari og so er stuttligari, at vera venjari.

Hvat er tað við frælsum ítrótti, sum dregur teg?
Eg haldi tað er perfektionisman. Alt skal allatíð optimerast og tað er ikki pláss til nakran skeivleika. Allar rørslur skulu vera optimalar og allar orkuskipanir skulu optimerast til tína grein. Innan fyri frælsa ítróttin, hevur tú tørv á ymiskum orkuskipanum, alt ann uppá, hvørja grein tú íðkar og tann optimerings prosessin haldi eg, er øðiliga spennandi. Eisini tað, at eg havi so breiðan hóp, bæði í mun til greinar og í mun til íðkarar; at eg sjálvur skal justera allatíðina, og harvið er tað bæði spennandi og mennandi fyri meg eisini. Eg havi arbeitt  innan sera nógvar greinar, men tað er individualiseringin og tað persónliga í tí, sum mær dámar sera væl.

Hvussu er støði í Føroyum, innan frælsa ítróttin?
Støði varierar, men tað er áveg upp. Fleiri av teimum ungu kunnu koma rættiliga langt, um vit lofta teimum rætt og geva teimum røttu venjing og umstøður.

Hvussu sær framtíðin út, innan frælsa ítróttin í Føroyum?
Um man fær rættar umstøður, so sær hon góð út. Fyri mítt viðkomandi, má eg syrgja fyri at gera mítt arbeiði orduligt og at lata tey ungu í, so tey kunnu megna avbjóðingarnar. Mín leiklutur er, at eg er menningarvenjari: Eg skal byggja basan, so, tá tey verða gomul nokk, kunnu satsa stórt. Alternativið er at satsa stórt her og nú, men tað velji eg ikki at gera, tí so taki eg framtíðarmøguleikarnar frá teimum. Megni eg, at gera hetta rætt, so kunnu fleiri koma sera langt. Tey leggja rættiliga nógva orku í tað og teirra partur liggur ikki eftir. Umstøðurnar fáa tey einki gjørt við og vit arbeiða innanfyri tær rammurnar sum vit hava.

Hvat er tað besta, við at vera venjari í frælsum ítrótti?
Eg haldi tað er fjølbroytni. Frælsur ítróttur er so ótrúliga nógv og fevnir vítt. Man kann renna – bæði stutt og langt, leypa – bæði høgt og langt, kasta – bæði tungan og lættan reiðskap. Hetta ger, at krøvini og avbjóðingarnar eru so sera ymiskar, og tað førir við sær, at tað er pláss fyri sera ymiskum týpum av menniskjum, ja so at siga øllum typum. Eg havi upplivað nógvar íðkarar, ið eru komnir til venjing og finna útav, at hetta var júst nakað fyri tey. Møguleikarnir eru sera nógvir og ein prøvar seg bara fram, fyri at finna útav hvat man dámar væl, og so taka vit tað har frá.

0 comment
0

Related Articles