Home Nýggjastu tíðindi Samrøða við Randi Kúrberg, barnavenjari

Samrøða við Randi Kúrberg, barnavenjari

by Jórunn Gudmundsen

Hvør ert tú?
Sum virkin í frælsahøpi eri eg gamal kastari, nevndarlimur í Hvirluni, havi instruktørútbúgving innan barna- og ungdómsvenjing, og seinastu mongu árini havi eg verið barnavenjari í Hvirluni. FÍF hevði samband við svenska frælsasambandið og fekk okkum svenska barna- og ungdómsvenjaraútbúgving, soleiðis at vit og onnur í øðrum feløgum kundu byggja nakað upp her í Føroyum, tá ið Tórsbreyt var í eygsjón. Seinni fingu Heri Ziska og eg eisini instruktørútbúgving, so vit kundu útbúgva okkara egna fólk sjálv. Venjari eri eg enn, og ætli mær at vera tað, so leingi eg tími. Eg kastaði fyrst og fremst sleggju og spjót í nøkur ár, men var eisini eitt sindur við í kúluvarpi.
Heri Ziska, Rigmor N. Arge, Rógvi Højgaard, Heini Hátún og eg stovnaðu Ítróttafelagið Hvirluna, tí vit vildu serliga gera nakað fyri frælsar á breyt og vølli. Áðrenn Tórsbreyt kastaðu vit á kaiini á Sundi (har sum Articon hevur skerv- og sandgoymslu). Tað fór illa við reiðskapinum, tí hann lendi í gróti. Seinni fingu vit loyvi at venja á grúsvøllinum við Eysturskúlan. Tað var øgiligt framstig at fáa kastibúr og asfaltatrenning til spjót. Eftir tað fóru vit niðan á Tórsbreyt. Tað gott og neyðugt við frægari umstøðum, og tá ið tær síðstu tiltrongdu ábøturnar verða gjørdar á Tórsbreyt, fara vit at hava einar góðar frælsavøllir í Havn.

Hvat er tað besta, við at vera venjari í frælsum ítrótti?
Tað er at fáa tingini at rigga, og tað kann vera so mangt, t.d. at fáa fleiri íðkarar á liðið, at síggja børnini læra og mennast – bæði ítróttaliga, persónliga og sosialt. Eg veit væl, at fráfallið er stórt, men eg klári væl at fegnast um tey, ið klára seg væl í øðrum ítróttum sum vaksin, og hugsi við mær sjálvari, at “vit eiga eisini lut í, at viðkomandi er har, sum hann/hon er í dag”. Bara tað, at tað gongst fólki væl í lívinum, kann eg fegnast um og rekja aftur til ta tíðina, eg arbeiddi saman við teimum. Eg havi fleiri dømi um ótrúliga smæðin ella klossut børn, sum illa tordu at stíga fram, men sum í dag taka ábyrgd og eru alt annað enn afturhaldin og óstortlig.
Mær dámar eisini væl at síggja gamlar íðkarar taka við álitisstørvum í felagnum, tí uppgávurnar eru nógvar, og alt skal gerast – stórt sum smátt. Í dag hava vit venjarar og nevndarlimir, sum komu í felagið sum børn. Tað má sigast vera fruktagott.

Hvørjar avbjóðingar møtir man, sum venjari?
Avbjóðingarnar fevna um tað ítróttaliga, persónliga og sosiala, og tað kann vera ymiskt, hvat fyllir mest hjá hvørjum einstøkum, men venjarauppgávan er at fáa alt at rigga, so øll kunnu vera har og kenna seg vird, sædd og føla framgongd. Tað er tað, sum venjarauppgávan í stuttum snýr seg um – eftir mínum tykki. Tað er mangan lættari sagt enn gjørt, men tað er eisini tað, ið ger, at ein sum venjari lærir og mennist – fer at duga betur. Krøvini – at tryggja, at øll kenna seg vird, sædd og uppliva framgongd, broytast sjálvandi við aldri og búning á børnunum og teimum ungu, men tað er júst tað, sum er partur av málinum.
At læra saman við børnunum er eisini mennandi fyri meg, persónliga, sosialt og fakliga. Tað motiverar meg og hjálpir mær at flyta meg. Einki stendur stað. Skalt tú nytta nakað, skalt tú alla tíðina vera við uppá at flyta teg, annars er fyrningarfreistin beint um hornið.

Hvussu sær framtíðin hjá frælsum ítrótti út?
Framtíðin er opin og upp til okkum at mynda – sjálvandi við góðari hjálp frá myndugleikunum, FÍF, ÍSF og øðrum. Vit kunnu vaksa sum ítróttagrein, og vit eiga avgjørt at hugsa strategiskt. Tøl frá Fólkaheilsuráðnum siga, at stórur partur av børnum og ungum rørir seg ov lítið. Vit eiga at fáa fatur á teimum, sum eru í hesum bólki heldur enn teimum, ið longu eru upptikin av øðrum ítróttum. Tey eru sjálvandi eisini vælkomin, men tey hava ofta frælsar sum viðfáning, tí vit klára ikki at kappast við tilboðini, sum stóru ítróttirnar hava. Tað bilar einki, tí vit kunnu umboða eitt somikið størri virði fyri tey, sum ikki sleppa upp í part ella ikki klára seg so væl millum tey stóru. Júst av hesi orsøk haldi eg, at myndugleikar og stovnar eiga at stuðla og styrkja okkum, soleiðis at vit kunnu vera tað tilboðið, sum ungu samfelagsborgarnir og foreldur teirra mangla. Royndirnar siga eisini, at er áhugin til staðar (og sjálvandi eisini venjaraførleikin), so fylgja evni og dugnaskapur við.

Hvat skal til, fyri at røkka málunum?
Sjálvsinnlit, vilji, førleiki, tíð og umstøður. Tað er ein samanrenning av hesum, sum skal til, skalt tú røkka einum máli, og hesi viðurskifti ávirka hvørt annað sínámillum. Sum gamal lærari og venjari fari eg ikki at nágreina og fylla merking á hesi orðini, men lata fólk gera tað sjálv og vóna, at tað styrkir teimum tilvitið um tað, sum tey gera – ikki minst hví.

Hví heldur tú, at fólk skulu velja frælsan ítrótt, sum ítróttargrein?
Eg veit ikki, um eg haldi, fólk skulu velja frælsar sum ítróttagrein. Eg haldi tað týdningarmesta vera, at fólk velja eina ítróttagrein, sum gevur teimum vinir, vælveru og øktar førleikar – bæði tá ið tað snýr seg um at venja og betra seg, at kappast, at vera nakað fyri onnur (raðfylgjan tilvildarlig, tí motivini hjá okkum eru ymisk, eins og tey fylla ymiskt. Onkur ger mest ítrótt fyri kapping og ítøkilig úrslit, og onnur tí vinirnir eru har o.s.fr.). Um fólk føla, at tey fáa hesar tørvir nøktaðar, tá ið tey íðka frælsar, so skulu tey gera tað.

0 comment
0

Related Articles