Home Nýggjastu tíðindi Sarah og Bjarki føroyameistarar í lendisrenning

Sarah og Bjarki føroyameistarar í lendisrenning

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin varð kappast um føroyameistarheitið í lendisrenning í Hoydølum. Kappingin var samstundis 5. umfar av Betri Vetrarkappingini 2020-21.

Tað var eitt sindur spennandi, hvussu líkindini fóru at vera, nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri vikur. Rutan var nakað broytt í mun til undanfarin ár, vegna kava, men annars vóru líkindini sera góð.

Íalt 49 luttakarar kappaðust leygardagin. Vinnararnir í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum vóru ikki ókendir. Bjarki Johannesen úr Roysninum vann hjá monnum, og Sarah Vallin hjá kvinnum. Tey vunnu bæði greitt sínar bólkar, við ávikavist 1 og 2 minuttum.

Bólkavinnararnir vóru annars hesi:










Sí fleiri myndir frá kappingini á Facebook-vanganum hjá Bragdinum her.

Innslag frá 3-2 er at finna her.

0 comment
0

Related Articles