Home Nýggjastu tíðindi Sebastian Coe nýggjur IAAF forseti

Sebastian Coe nýggjur IAAF forseti

by Hallur Holm

Lamine Diack er ikki longur forseti í IAAF. 82 ára gamli Diack stillaði ikki upp aftur, tá nýggjur forseti skuldi veljast á congressini í morgun. Valið stóð hinvegin millum tveir navnframar harrar, ja tvær av allarstørstu stjørnunum, sum verið hava innan frælsan ítrótt. Annar var 58 ára gamli miðteinarennarin Sebastian Coe úr Englandi og hin var 52 ára gamli stangarleyparin Sergey Bubka úr Ukreina.

Talan gjørdist um eitt sera javnt val. Sebastian Coe, sum m.a. norðurlondini stuðlaðu, fekk 115 atkvøður og Bubka fekk 92. Sebastian Coe verður bert sætti forsetin, hóast IAAF hevur 103 ár á baki. Fráfarni Lamine Diack sat frá 1999, og undan honum sat navnframi Primo Nebiolo í førarasessinum gjøgnum 18 ár. Tað var við honum, at HM í frælsum ítrótti fann ta leguna, sum er í dag.

Um forsetaskiftið kann hjálpa føroyingum at koma nærri limaskapi í IAAF er ilt at meta um. Man kann tó siga, at vit neyvan eru longur burturi nú. FÍF fer í øllum førum at senda Sebastian Coe, ella Lord Coe, sum hann eisini eitur, eina heilsu við góðum ynskjum til stóru uppgávuna.

Sebastian Holm Sørensen
Sebastian Coe (í miðjuni) er ikki heilt óvanur við føroyingar. Her er hann sloppin at heilsa uppá tveir av nevndarlimunum í FÍF.

Seb Coe
Sebastian Coe átti heimsmetið á 800 m áðrenn Wilson Kipketer tók tað.

 

0 comment
0

Related Articles