Home Nýggjastu tíðindi Sera væleydnað FMU

Sera væleydnað FMU

by Guttorm Sørensen

Veðurgudarnir vístu seg frá síni allar blíðastu síðu, tá FM fyri ung var á skránni í dag. Úti við 70 íðkarar høvdu sett stevnu við Tórsbreyt, og hýrurin á fólki var stak góður í lýggja summarveðrinum.

Tilmeldingar vóru komnar frá øllum seks feløgunum. Møttu feløgini vóru øll umboðað á sigurspallinum, har tey mest virknu eyðvitað vóru títtastu gestir. Her sæst eitt yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið millum feløgini:

  • Bragdið – 34 gull, 14 silvur, 13 bronsu (21 lutt.)
  • Hvirlan – 18 gull, 16 silvur, 15 bronsu (21 lutt.)
  • Treysti – 11 gull, 18 silvur, 13 bronsu (18 lutt.)
  • Roysnið – 2 gull, 0 silvur, 3 bronsu (1 lutt.)
  • Frælsi – 0 gull, 3 silvur, 2 bronsu (1 lutt.)

Føroyskt met!
Í kappingini á 400 m hjá gentum 16-17 ár eydnaðist tað Rebekku Fuglø úr Treysti at seta nýtt føroyskt met við tíðini 63,64 sek. Øll úrslitini eru at finna í .pdf niðanfyri.

FMU 2009 boltkast

FMU 2009 kula

FMU 2009 langspurt

FMU 2009 longdarlop

FMU 2009 midteinar

FMU 2009 spjot

FMU 2009 stuttspurt

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Daniel Djurhuus Rein 09.08.09 - 02:47

Hví koma ongar myndir á meira… ella nógvar eru vekk :/

Daniel Djurhuus Rein 09.08.09 - 23:46

Ein filmur úr FMU 🙂 men tað er ik tað stóra.

Hallur Holm 11.08.09 - 20:16

Hey Daniel!

Stuttligar myndir tú hevur lagt út. Annars hevur Birgir Sondum tikið eitt hav av myndum frá degnum. Væntandi fer Guttorm at leggja onkrar av teimum út skjótt.

Daniel Djurhuus Rein 12.08.09 - 00:24

sig endiliga frá tá ið tær eru komnar út.

Comments are closed.