Home Nýggjastu tíðindi Sera væl fyriskipað Mannfólkarenning

Sera væl fyriskipað Mannfólkarenning

by Hallur Holm

Í fjør kom Hvirlan við nýggjum rennitiltaki, og í ár var forvitnisliga Mannfólkarennigin aftur á programminum. Tíverri var luttøkan ikki eins stór sum í fjør. Hetta var annars sera væl fyriskipað tiltak, har felagið veruliga hevði gjørt seg út, soleiðis at øll kundu fáa eina góða uppliving. Og teir umleið 40 rennararnir fingu sanniliga ein góðan dag í renniskónum.

Eitt sindur av asfalti, træbrýr, áarbakkar, sandur, djúpar áir, grúsgøtur og hagi var pallurin, har dagsins rennisjónleikur skuldi spælast. Hóast onkur var ov seinur til framførsluna, spældi alt væl av kortini, og tað var ein øgilig málageipan av vælnøgdum mannfólki, sum drukku vatn, Cult ella bjór, meðan teir skræddu breyð við rullupylsu í seg eftir lokið stríð.


Onkustaðni mátti vaðast upp til nalvan

Samansetingin av rennarum var eitt sindur øðrvísi enn hon vanliga er. Nakrir av vandu rennarunum vóru við, men MEST vóru tað góðir verkamenn, sum høvdu sett náttúruni kring Sandagerð og Sandá stevnu hendan góðveðursdagin.

Tað vóru vandu rennararnir, sum komu fyrst á málið, men sanniliga vóru eisini í rennihøpi fremmand andlit, sum komu sær upp á sigurspallin. Ein av hesum var Kári Weihe, sum gjørdist vinnari av bólkinum við superveteranum. Á samlaða 5. plássinum var eisini stuttligt at síggja Snorra Patursson, sum var at síggja í rennikappingum fyri 10-12 árum síðani.

Men tað var Sam Vang úr Bragdinum, sum gjørdist ein tryggur vinnari, meðan Hallur Holm og Jóhan M. Jacobsen gjørdust nr. 2 og 3. Liðkappingina vann Bragdið, meðan Bláa Eygað, mannað við Bragdarmonnum við neyð og deyð vann á besta liðinum hjá MEST, sum sostattt gjørdist nr. 3.


Sam Vang varð tryggur vinnari í Mannfólkarenningini


Bragdið við Rúna Seloy, Halli Holm og Regini Joensen vann liðkappingina

Eftir er bert at vóna, at Hvirlan hevur mót aftur næsta ár at skipa fyri hesum tiltakið. Mín vón er, at tað verða fleiri sum taka av hesum tilboði – tað er allar pengarnar vert og meira afturat. Takk fyri ein góðan dag.

Lesið meira um Mannfólkarenningina heimasíðuni hjá Hvirluni her: http://www.hvirlan.fo/enn-ein-vaeleydna-mannfolkarenning/

Øll úrslitini síggjast her: http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2014/05/mannfolkarenning2014-resultat.pdf

Enn ein væleyðna Mannfólkarenning
Eisene Hyngne roynde sje sum mannfolk leyjardijon  😉

 

0 comment
0

Related Articles