Home Nýggjastu tíðindi Signar Røsvik sum ketta úr høvdatrogi

Signar Røsvik sum ketta úr høvdatrogi

by Hallur Holm

Í dag varð árliga Flaggdagsrenningin runnin á 29. sinni. Veðurmenninir við Peturi Skeel á odda høvdu nokk  forskrekt fleiri rennarar, tí fleiri av teimum tilmeldaðu vóru ikki við í kappingini. Minus 4 stig, kavarok og 16-20 m/s lovaði Skeel. Høgættin er góð í Havnini og veruleikin gjørdist tó ein heilt annar. Á Kongabrúnni var turt, mest sum stilli og heili átta stig heitari enn lovað. Yviri við Strond var tó nógvur vindur, sum rennararnir fingu í móti, tá runnið var út móti Boðanesheiminum, har vendast skuldi.

Hjá monnunum var Sam Vang favorittur, meðan Rúni Seloy, Jan Elmar Sørensen og Julian Gregersen saktans kundu blanda seg í oddastríðið eisini. Teir ungu høvdu ikki heft seg við navnið Signar Røsvik, sum teir eldru tó kenna sum ein sera evnaríkan rennara. Tá hann er á startlistanum, skal man altíð vera á varðhaldi. Í dagsins renning var tað Signar, sum legði harðast út. Bert Rúni Seloy royndi at fylgja við, men hann mátt tó sleppa, stutt eftir at teir høvdu vent fyrstu ferð. Á hálvari leið var holið so stórt, at kappingin longu tá tyktist avgjørd. Nú vóru teir báðir Julian og Jan Elmar komnir fram á Rúna, sum sýntis eitt sindur mótleysur. Sam Vang kom haltandi á hálvari leið, og mátti gevast vegna skaða. Og so var langt aftur til næstu rennararnar.

Signar Røsvik
S
ignar Røsvik í stórformi leyp kvøkk á mótstøðumenninar

Signar Røsvik helt stílin heilt á mál, og kom tryggur á mál til sín fyrsta Flaggdagssigur. Á øðrum plássi hevði Jan Elmar arbeitt hart fyri at sleppa undan Julian og Rúna. Eisini var hann komin eitt sindur nærri Signari. 19 sekund vóru á muni millum teir báðar fremstu. Julian var bert fá sekund aftan fyri Jan Elmar og Rúni aftur nøkur fá aftan fyri Julian. Síðan var meira enn ein minuttur aftur til Niels Poulsen á fimta plássi.

Tað gjørdist eingin spenningur um fremstu plássini hjá kvinnunum. Rebekka Fuglø rann eina sera góða kapping, og lat ongan iva vera um, hvør var best. Tveir minuttir var hon undan nærmasta kappingarneyta, nú hon í dag vann sín fjórða Flaggdagssigur. Á øðrum kom blaðunga Treysta-gentan Oddvør Josephsen, sum 14 ára gomul rann sína fyrstu kapping móti vaksnum. At Oddvør er ein evnaríkur rennari, er lætt at skilja, tá hon endar góðan minutt framman fyri rutineraðu Rigmor N. Arge, sum kanska ikki hevði sína bestu kapping í dag, men kortini gjørdist tryggur bronsuvinnari,

Rebekka Flaggdagin
R
ebekka Fuglø vinnur sín fimta Flaggdagssigur á rað

Yvir 300 rennarar vóru tilmeldaðir Flaggdagsrenningina, men langt frá líka nógvir komu á málið. Helst hava vánaligu veðurforsøgnirnar fingið nøkur at halda seg í sínum fjálgu stovum. Tey sum runnu fingu tó eina fína kapping við heilt hampuligum veðurlíkindum og fleiri fingu eisini betrað tíðirnar frá í fjør.

Úrslitini í hinum bólkunum:

Kvinnuveteranar
1. Rigmor N. Arge
2. Elin Holm
3. Adelaid Kirke

Superveteranar kvinnur
1. Sunneva Olsen
2. Jóngerð Herup Høgnesen
3. Jessie Hansen

Mansveteranar
1. Cecil Weihe
2. Arnfinn Johannesen
3. Guttorm Sørensen

Superveteranar menn
1. Jens R. Weihe
2. Jósvein Herup Olsen
3. Absalon Hansen

Øll úrslitini finnast á hesi slóðini: http://race.lap.io/index.html?fb_ref=Default#2015-test-flaggdagsrenning/results////

Yvirlit yvir heiðursmerkjavinnararnar sæst best á hesi slóðini: http://race.lap.io/index.html?fb_ref=Default#2015-test-flaggdagsrenning/results//podium/podium/

Onkrar rættingar kunnu verða gjørdar. Úrslitini frá barnarenningini eru ikki tøk enn, men verða løgd út her eisini, so skjótt vit hava fingið tey.

 

 

0 comment
0

Related Articles