Home Nýggjastu tíðindi Sól og smáar stjørnur

Sól og smáar stjørnur

by Hallur Holm

Við 120 luttakarum í umleið 500 startum, gjørdist FM-U 2012 nógv tað størsta higartil. Øll tey trý stóru feløgini, Bragdið, Hvirlan og Treysti vóru vælmannað til hetta vikuskiftið. Av hinum feløgunum var tað bert Frælsi, sum hevði luttakarar við.

Frælsi hevði tríggjar luttakarar við, og teir stóðu seg eisini sera væl. Her er tað Ragnar Weihe, sum hevur vunnið gull í longdarlopi hjá dreingjum 10-11 ár. Silvurvinnari var Andreas B. Antoft, og bronsuna vann Elias Thorsteinsson.

So hvørt sum talið á luttakarum veksur, gerst eisini grundarlag fyri øktum virksemi av øðrum slagi kring kappingina. Í ár var Tórsbreyt eyka flaggskrýdd, tjøld vórðu sett upp bæði til luttakarar og fyrireikarar, skósøla við brúktum skóm var fyriskipað og harafturat byrjaði sunnudagurin við einari sera vakrari skrúðgongu, sum heilt víst verður endurtikin næsta ár. Tá verður tað eisini við marchtónum!


Á fyrsta sinni varð skipað fyri skrúðgongu á Tórsbreyt, og eydnaðist tað bara stak væl. Her er tað liðið hjá Hvirluni, sum kemur á vøllin í teirra nýggju búnum.


Bragdið gjørdist mest vinnandi felagið um vikuskiftið
 


Orð eru fátøk

Hinvegin er meira ivasamt, um tjøldini koma aftur. Tí við so góðum veðri sum vit fingu um vikuskiftið, er ikki neyðugt við tjøldum. Og vónandi og væntandi verður dómaraskrivstovan í nýggja snotiliga teknikrúminum, sum skal byggjast oman á wc. Kommunan hevur lovað, at hetta arbeiðið fer í gongd seinni í ár. 


Debes, Gutti og Hallur spældu teknikrúm í tjaldinum. Næsta ár verður nýtt snøgt teknikrúm tøkt.

Tá so væl er ligið út á árið, kundi hugsast at tey flestu høvdu brúkt tað seinasta krútið, og at tað ikki var so nógv saft og kraft í. Men so var ikki. Her vóru nógvar kreftir eftir, og vit fingu tvey føroysk met fyri vaksin umramt eini 30 bólkamet. Harafturat var ein ørgrynna av persónligum metum sett.


Edna Maria Debes hevur sett føroyskt met í hæddarlopi. Fyrst 144 cm og síðani 147 cm!! Harafturat setti hon bólkamet á 100 m!  Hjartaliga tillukku! Marita og Sára høvdu eisini fleiri heiðursmerki við til hús.

Hugaligt var eisini at síggja fleiri nýggj nøvn og andlit. Eisini hugaligt at síggja andlit aftur, sum hava verið burturi eina tíð. Øll feløgini hava havt tilgongd seinastu tíðina, og er tað at frøast um. Og fleiri av hesum nýggju smæddust so avgjørt ikki burtur í kappingini um heiðursmerkini.


Samuel Johansen vísti longu góð evni til FM-U í fjør. Men í ár vendi hann aftur og sýndi ómetaliga styrki. Gull á 60 m, 400 m, longdarlopi, bóltkasti og kúlustoyti. Ja, gull í øllum kappingunum hjá teimum 8-9 ára gomlu. Spennandi verður at fylgja Samuel víðari.


Enn eitt nýtt og spennandi navn hjá Treysti. Martin Klein Joensen, ’99, vann gull á bæði 80 metrum og í longdarlopi.

Vert var eisini at leggja merki til systkini Høj. Katarinu Høj, sum vit kenna úr talenbólkinum og beiggja hennara, Paula Høj, sum er byrjaður við frælsum ítrótti í ár. Katarina hevði leikt fótbóltssteypafinalu leygarmorguni, og misti tí nakrar kappingar. Men hon kom sterkt aftur og vann bæði 300 m, 600 m, longdarlop og spjótkast. Á 300 m og 600 m setti hon nýggj bólkamet. Pauli er millum teir yngru í 10-11 ára bólkinum, men vann kortini ein góðan og tryggan sigur eftir stak skilagóða taktiska renning á 600 metrum.


Spurta, renna, kasta, leypa, hondbólt, fótbólt… Katarina Høj er av sonnum ein fantastisk ítróttargenta. Gull í longdarlopi, spjótkasti, 300 m og 600 m. Ja, øllum kappingunum, hon luttók í.


Pauli Høj (215) vann á 600 metrum. F.v.: Ragnar Weihe, Adreas B. Antoft, Pauli Høj, Hans Petur W. Frímundsson, Bárður Jóhansson, Hugin Jacobsen. Jóhan Hansson Joensen er fremstur uttanfyri myndina. Pauli vann eisini kappingina á 300 metrum.


Elisabet Holm Simonsen og Oddvør Josephsen hava longu í fleiri ár havt nøkur heilt einastandandi úrslit. Drottningar á oyggjaleikunum í Føroyum 2019? Her koma tær báðar undir bólkametið, sum Oddvør setti fyrr í ár. Elisabet hevði 1.52 min um teir 600 metrarnar!

Tey, ið vanliga umboða talentbólkin, stóðu seg eisini væl, og vunnu ikki óvæntað nógv heiðursmerki.


Rúni Jacobsen vísti seg frá einari nýggjari sterkari síðu sum langspurtari. Við tíðini 53,56 sekund er hann bert eitt stórt sekund frá oyggjaleikakravinum í síni fyrstu veruligu 400 metra kapping.


Tinna B. Jørgensen setir her bólkamet á 80 m hjá gentum 12-13 ár. Tíðin gjørdist 11.42 og vindurin var +1,9 (vindurin manglar á úrslitalistanum)


Endiliga bragdaði hjá Trygva Laksáfoss. Í alt ár hevur hann stríðst við at klára 170 cm, men er sum oftast endaður á 160 cm. Men sunnudagin gekk alt næstan betri enn tað skuldi. 179 cm kláraði hann, og setti eitt kempistórt persónligt met og eisini bólkamet. Trygvi er nú tann føroyingurin, sum hevur lopið hægst av øllum eftir Øssur Eiriksfoss (200 cm)

Báðir dagarnir endaðu við boðrenning. Leygardagin vóru 4×100 metrar og sunnudagin 4×200 mix. Boðrenningar eru altíð stuttligar og øðrvísi. Og hartil mangan spennandi. Tað gjørdust tær eisini í nøkrum førum, og stuttligt var at síggja, hvussu væl liðfelagar stuðlaðu hvørjum øðrum.


Bragdið vann 4×200 mix í 12-13 ára bólkinum. Men Hvirlan á øðrum plássi og Treysti á triðja høvdu eisini sera sterk lið.

Eg kann ikki takka tykkum mongu, sum á hvørjum kappingardegi taka eina hond í eitt mátiband, eina rívu ella aðra dómarauppgávu. Tit eru altíð so hjálpsom og uttan tykkara hjálp og stuðul ber snøgt sagt ikki til at hava kappingar. Takk enn einaferð til tykkum.


Tá man er skaddur, er tað gott at man kan hjálpa. Rógvi var trúgvur og drúgvur og við vindmátaranum báðar dagarnar.


Handan ein og hvønn sterkan (revolvara)mann stendur ein fitt smílandi kvinna. Niels Jákup og Rosa. Aftanfyri sæst ein hálv Anja, sum altíð er til dysti fús at hjálpa.


Sama søgan. Hvussu skuldi Gutti kunnað hildið skil á heiðursmerkjunum uttan Ingun. Jonhard var eisini raskur at handa.


Hvussu kann man ikki taka hesa myndina við??  Bára, Børka og Kristina hava lopið longdarlop

Her støðgar myndarøðin og frásøgnin. Kundi og átti kanska at hildið áfram leingi afturat, men onkustaðni mátti støðgast. Okkurt er tikið fram, men tað mesta liggur eftir sum tøl í úrslitalistanum. Og so havi eg heilt sikkurt gloymt okkurt ordiliga flott úrslit. Men tað bleiv tikin ein ørgrynna av myndum hetta vikuskiftið. Bæði www.bragdid.fo og www.hvirlan.fo hava myndir í hópatali.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Frídrikur 29.08.12 - 10:35

Takk Hallur! Og ja vit í Bragdinum eru errin av okkara ungu ídkarum, og venjarum, eitt megnar vikuskifti:) Vit eru eisini altíd fús at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur:)

Comments are closed.