Home Nýggjastu tíðindi Somu vinnarar

Somu vinnarar

by athletic

Annað umfar av Vetrarkappingini 2007-2008 í renning varð runnið í Havn leygardagin. Tey vaksnu runnu 12 km, og børnini runnu 4 km.

Vinnararnir í ymsu bólkunum vóru teir somu sum í fyrsta umfari á Toftum.

Við nýggja leistinum, har øll umførini geva eina samlaða tíð, var væntandi, at mannfall fór at vera í samlaðu støðuni. Og so er eisini. Í ymsu bólkunum eru nú ávikavist 3 dreingir, 4 gentur, 3 kvinnur, 1 kvinnuunglingur, 10 menn, 1 mansunglingur og 2 veteranar, ið kappast um sigurin í samlaðu kappingini.

Úrslitini leygardagin eru at finna her (36 kb pdf).

Og samlaða støðan er her (34 kb pdf).

Triðja umfar verður í Streymnesi 12. januar.

0 comment
0

Related Articles