Home Nýggjastu tíðindi Støðan í Vetrarkappingini eftir fjórða umfar

Støðan í Vetrarkappingini eftir fjórða umfar

by Guttorm Sørensen

Nú er samlaða støðan í Vetrarkappingnini eftir fjórða umfar, sum var í Hvannasundi leygardagin, uppgjørd. Í opnu bólkunum eru tað Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø, sum liggja á odda. Marnar hevur vunnið allar fýra kappingarnar hann hevur runnið, og hevur tí longu tryggjað sær samlaða sigurin. Hann hevur í løtuni 153 stig. Annaðplássið hevur Hallur Holm mestsum tryggjað sær eisini. Einasti í kann taka tað frá Halluri, er Guttorm Sørensen, men so er treytin, at hann vinnur seinastu kapping, og tað er lítið sannlíkt.

 
Marnar Djuhuus og Rebekka Fuglø liggja á odda í opnu bólkunum

Hjá kvinnunum er mestsum eingin spenningur um fyrstu plássini. Rebekka hevur runnið tríggjar kappingar, vunnið allar og hevur sostatt 150 stig. Duruta á L. Reginsdóttir hevur vunnið eina og trý onnurpláss. Tað gevur henni, íroknað 3 bonusstig fyri 4 kappingar, 147 stig. Rebekka skal bert gjøgnumføra seinastu kapping og fáa 3 bonusstig fyri at vinna samlað. Triðjaplássið fer til Tórvør Ø. Vang, sum hevur tryggjað sær 138 stig.

Hjá veteranunum er háspenningur um bæði fyrsta og annaðpláss og eisini um triðjaplássið. Tað eru Borgar Biskopstø og Henry Olsen í dystast um fyrsta og annaðpláss. Borgar liggur á odda við 150 stigum frammanfyri Henry við 147 stigum. Borgar kann í mesta lagi fáa 3 bonusstig afturat og samlað 153 stig. Um Henry vinnur seinasta umfar og fær 2 bonusstig afturat, so kemur hann uppá 152 stig.

Slagið um triðjaplássið er ímillum Jóhan M. Jacobsen við 136 stigum og Debes H. Christiansen við 134 stigum. Jóhan var frammafyri Debes tvær tær fyrstu kappingarnar, men tvær tær seinastu hevur Debes verið frammanfyri. So har er lagt upp til ein sera spennandi tvídyst í Várkappingini. John Egholm hevur 90 stig fyri tvær kappingar, og kann blanda seg uppí dystin um triðjapláss.

 
Jóhan M. Jacobsen og Debes H. Christiansen eru sera tættir á triðjaplássi

Veterankvinnurnar hava onki avgjørt enn. Ella Áarstein liggur á odda við 150 stigum fyri fýra kappingar. Rennir hon seinasta umfar og fær 2 bonusstig, so kemur hon uppá 152 stig. Tað kann verða nokk til at fáa samlaða sigurin. Karin K. Petersen liggur nummar tvey við 142 stigum fyri fýra kappingar. Laila Jacobsen hevur 129 stig fyri tríggjar kappingar. Men, men Ann Thomsen hevur 100 stig fyri tvær kappingar, og hevur sostatt møguleika at renna seg uppá sigursskammilin. Tað er treytað av at hon luttekur í Várkappingini og fær nógv stig.


Ella Áarstein er fremst hjá veterankvinnum

Jens R. Weihe hevur longu vunnið sær fyrstaplássið hjá Superveteranunum við 153 stigum. Nummar tvey í løtuni er Tummas Joensen við 142 stigum. Næstir eru Jóannes Ortind við 134 stigum og Gunnar Simonsen við 133 stigum. Her er eisini eitt men. Óli Olsen hevur 97 stig fyri tvær kappingar, og hevur sostatt enn møguleika at taka annaðplássið.


Jens R. Weihe hevur longu vunnið sín superveteranbólk

Kvinnuunglingur er bert ein og tað er Rebekka Fuglø. Marnar Djurhuus hevur longu vunnið bólkin hjá mansunglingum við fullum stigatali 153 higartil. Einar Gregersen og Regin Joensen eru púra javnir við 135 stigum á øðrum- og triðjaplássi. So har er lagt upp til spennandi uppgerð í Várkappingini. Rúni Seloy hevur 94 stig fyri tvær kappingar, og hevur sostatt møguleika at gera seg galdandi í kappingini um annað- og triðjapláss.


Regin Joensen og Einar Gregersen eru liggja javnir 

Teitur Bjarnastein og Gunnar Sivertsen eru javnir við 147 stigum í dreingjabólkinum. Tann fremri av teimum í Várkappingini fer við samlaða sigrinum. Triðjapláss verður avgjørt ímillum Steingrím Hallsson og Rógva Johansen.


Gunnar Sivertsen og Teitur Bjarnastein eru javnir á fyrstaplássi við 147 stigum

Gentubólkin hevur Sára Debesardóttir vunnið, meðan Hildur Poulsen kann blíva nummar tvey.


Sára Debesardóttir hevur vunnið gentubólkin

Fimta og seinasta umfar í Vetrarkappingini verður í Runavík tann 24. mars, tá árliga Várkappingin verður.

Samlaða støðan er at finna her niðanfyri.

 

Vetrarkappingin 2011/2012

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir trimum av teimum bestu teljandi umførunum, sum rennarin hevur fingið. Stigini verða latin soleiðis: 50,47,45,43,41,40,39,38,37,36,35 osfr. Harumframt vera latin 3 bonusstig fyri at hava luttikið í 4 kappingum, og 2 bonusstig afturat fyri at hava luttikið í 5 kappingum.

Kvinnur opin bólkur (f. 1995 ella fyrr)                      
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti x 50 50 50   0 0   150
2 Duruta R. á Lofti 1969 Bragdið 50 47 47 47   3 0   147
3 Tórvør Ø. Vang 1969 Bragdið 45 45 45 45   3 0   138
4 Ella Áarstein 1964 Treysti 43 43 41 43   3 0   132
5 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 41 40 40 40   3 0   124
6 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 36 39 39 x   0 0   114
7 Rakul Biskopstø 1962 Bragdið 34 37 38 x   0 0   109
8 Ann Thomsen 1966 Bragdið 47 x 43 x   0 0   90
9 Astrid Joensen 1967 Treysti 40 41 x x   0 0   81
10 Betina Nielsen 1981 Hvistan 31 x x 39   0 0   70
                           
Kvinnur veteranar (f. 1966 ella fyrr)                      
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Ella Áarstein 1964 Treysti 47 50 47 50   3 0   150
2 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 45 47 45 47   3 0   142
3 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 41 45 43 x   0 0   129
4 Rakul Biskopstø 1962 Bragdið 40 43 41 x   0 0   124
5 Ann Thomsen 1966 Bragdið 50 x 50 x   0 0   100
                           
Kvinnuunglingar (f. 1991-1995)                      
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti x 50 50 50   0 0   150
                           
Gentur (f. 1996-2000)                        
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 50 50 50 50   3 0   153
2 Hildur Poulsen 1997 Bragdið 47 x x 47   0 0   94
                           
Mansunglingar (f.1991-1995)                        
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50 50 50 50   3 0   153
2 Einar Gregersen 1995 Treysti 41 47 x 47   0 0   135
3 Regin Joensen 1995 Bragdið 45 x 45 45   0 0   135
4 Rúni Seloy 1994 Bragdið 47 x 47 x   0 0   94
5 Heini Høgnason 1995 Bragdið 40 x x 41   0 0   81
                           
Dreingir (f. 1996-2000)                        
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 47 50 x 50   0 0   147
2 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti 45 47 50 47   3 0   147
3 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 50 x x 43   0 0   93
4 Rógvi Johansen 1997 Bragdið 43 x 47 x   0 0   90
                           
Menn opin bólkur (f. 1995 ella fyrr)                      
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50 50 50 50   3 0   153
2 Hallur Holm 1967 Bragdið 47 45 47 43   3 0   142
3 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 45 43 45 x   0 0   133
4 Henry Olsen 1964 Bragdið 41 41 39 45   3 0   130
5 Marnar Pattinson 1970 Roysnið 40 38 38 38   3 0   119
6 Einar Gregersen 1995 Treysti 36 40 x 40   0 0   116
7 Regin Joensen 1995 Bragdið 39 x 36 37   0 0   112
8 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 37 34 34 34   3 0   108
9 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 35 33 33 35   3 0   106
10 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 29 31 35 36   3 0   105
11 Andreas Josephsen 1968 Treysti 34 32 x 33   0 0   99
12 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið 26 29 31 32   3 0   95
13 Guttorm Sørensen 1968 Treysti x 47 x 47   0 0   94
14 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 13 28 32 30   3 0   93
15 Rúni Seloy 1994 Bragdið 43 x 41 x   0 0   84
16 Magni Jacobsen 1976 Treysti x x 40 41   0 0   81
17 Sam Vang 1970 Bragdið x 37 43 x   0 0   80
18 Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið x 39 x 39   0 0   78
19 Tummas Joensen 1956 Treysti 20 22 26 23   3 0   74
20 John Egholm 1961 Hvirlan x 36 37 x   0 0   73
21 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 15 20 27 22   3 0   72
22 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 16 x 29 25   0 0   70
23 Júst í Túni 1986 Bragdið 32 35 x x   0 0   67
24 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið 12 15 28 21   3 0   67
25 Hans Egholm 1966 Bragdið 17 13 24 18   3 0   62
26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 14 14 25 20   3 0   62
27 Gunnar Simonsen 1952 Treysti x 19 30 12   0 0   61
28 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 11 16 23 16   3 0   58
29 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 27 30 x x   0 0   57
30 Óli Olsen 1949 Bragdið 28 27 x x   0 0   55
31 Petur Vitalis 1964 Treysti 25 x x 29   0 0   54
32 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 23 26 x x   0 0   49
33 Heini Høgnason 1995 Bragdið 22 x x 26   0 0   48
34 Eyðtór Joensen 1967 Hvistan x 18 x 28   0 0   46
35 Egil Olsen 1963 Roysnið 18 23 x x   0 0   41
36 Terje Hansen 1968 Treysti x 21 x 17   0 0   38
37 Kristian Martin Garðalíð 1980 Hvirlan 4 24 x x   0 0   28
38 Leif Láadal 1964 Bragdið 10 17 x x   0 0   27
39 Albin Johannessen 1973 Treysti 8 x x 14   0 0   22
40 Hans P. Højgaard 1972 Roysnið 9 11 x x   0 0   20
41 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 6 x x 13   0 0   19
42 Álvur Áarstein 1954 Treysti 0 9 x 6   0 0   15
43 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 0 8 x x   0 0   8
44 Jóannes Poulsen 1966 Treysti 0 x x 8   0 0   8
45 Kristian í Lambanum 1954 Treysti 0 x x 7   0 0   7
                           
Menn veteranar (f.1957-1966)                        
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 50 50 50 x   0 0   150
2 Henry Olsen 1964 Bragdið 47 47 47 50   3 0   147
3 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 45 43 41 45   3 0   136
4 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 41 41 43 47   3 0   134
5 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið 39 39 40 43   3 0   125
6 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið 31 34 38 36   3 0   111
7 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 33 x 39 38   0 0   110
8 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 32 33 37 35   3 0   108
9 Hans Egholm 1966 Bragdið 34 32 36 34   3 0   107
10 John Egholm 1961 Hvirlan x 45 45 x   0 0   90
11 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 40 40 x x   0 0   80
12 Petur Vitalis 1964 Treysti 38 x x 40   0 0   78
13 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 36 38 x x   0 0   74
14 Egil Olsen 1963 Roysnið 35 36 x x   0 0   71
15 Leif Láadal 1964 Bragdið 30 35 x x   0 0   65
16 Fríðrikkur Bláhamar 1965 Bragdið 29 x x 33   0 0   62
17 Jóannes Poulsen 1966 Treysti 24 x x 31   0 0   55
                           
Menn superveteranar (f.1956 ella fyrr)                      
Nr. Navn Eftirnavn Árg. Felag VK1 VK2 VK3 VK4 VK5 B4 B5   Samlað
1 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 45 50 50 50   3 0   153
2 Tummas Joensen 1956 Treysti 47 45 45 47   3 0   142
3 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 43 41 43 45   3 0   134
4 Gunnar Simonsen 1952 Treysti x 43 47 43   0 0   133
5 Álvur Áarstein 1954 Treysti 40 40 x 39   0 0   119
6 Óli Olsen 1949 Bragdið 50 47 x x   0 0   97
7 Kristian í Lambanum 1954 Treysti 41 x x 40   0 0   81
8 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 39 39 x x   0 0   78

 

0 comment
0

Related Articles