Tað munnu vera nógvir føroyskir rennarar, sum hava runnið sítt fyrsta maraton í Keypmannahavn. Og á hvørjum ári eru rættiliga nógvir føroyingar við í Keypmannahavnar Maraton. Ja, í mun til fólkatalið eru onkuntíð næstan líka nógvir føroyingar sum danir við. Á listanum yvir føroyingar í ár havi eg funnið 28 nøvn. Men tað eru uttan iva fleiri aðrir føroyingar á listanum, sum ikki eru skrásettir sum føroyingar. Tit eru vælkomnir at skriva eina viðmerking undir greinina, og siga, at tit eisini eru við. Nøvnini higartil eru hesi:
Albert Johannesen, Absalon Hansen, Andrass Joensen, Andrias Hansen, Fríðrikur Bláhamar, Herluf Jacobsen Hilmar Høgenni, Jóannes Ortind, Jógvan Olsen, Jóhan E. Simonsen, Jósvein Herup Olsen, Sigrid Olsen, Arnfinn Johannesen, Durita í Grótinum, Eirkur Joensen, Heðin D. Poulsen, Jannick Vestergaard, Jógvan Lassen, Jónálvur Johannesen, Morid Jacobsen, Regin Jóannesarson, Rói Nolsøe og Rósely Reynstind.
Føroyingarnir kunnu vænta eitt sindur lýggjari veður, enn teir hava verið vanir við í fyrireikingunum. Sunnudagin seinnapartin lovað teir heilt uppí 18-20 stig, sum fyri ein føroying næstan kann kallast tropiskur hiti. Tíbetur er kappingin um morgunin, og tá starturin fer, skuldi helst ikki verið meira enn smá 10 stig. So tað ræður um at skunda sær á mál, áðrenn tað gerst ov heitt.
Fleiri av føroyingunum hava fyrireikað seg heilt væl. M.a. hevur maratonbólkurin hjá Bragdinum havt nógvar regluligar túrar frá 24 km og upp til 34 km. So hóast allir ikki eru so ungir longur, kunnu vit kortini vóna at nøkur persónlig met verða tikin.
Føroyska metið á maratonteininum eigur hesin rennarin og hundaelskarin. Tað eru 25 ár síðani Absalon Hansen, setti metið (2.27.58) So skjótt rennur hann neyvan sunnudagin, men spurningurin er, um hann aftur kann nærkast tí hjá mongum manni magiska markinum 3 tímar?
FÍF ynskir øllum føroyingunum góða eydnu. Gloymið ikki at koma á Østerbro Stadion at heppa Bjørk í morgin kl. 17.45, tá hon rennur um norðurlendska meistaraheitið á 10.000 metrum.
7 comments
Hey
Andreas Hansen úr Bragdinum er eisini við 🙂
útisetarnir Bartal Højgaard og Tróndur Møller Sandoy vera eisini við 🙂
Hov. Nú mundi eg gloymt tey bæði úr Pólandi. Tað eru tey bæði ungu læknalesandi í Gdansk, Meinar Ortind og Valborg Heinesen.
Jens Hjørleif Hansen er eisini við okkum í morgin 🙂
Ikke at glemme;
Lars og Jakup Müller og Hans Mortensen, fra Skalkur, deltager i CPH M
Samt Johan Pauli Johannesen som i dag 19 May loeber Great Wall Marathon i Kina
Johan Heimustovu Johannesen var eisini. Og ein Høgni T. Hansen (2h55m), man tað ikki vera føroyskt navn..
Ingibjørn Johannesen og Ovi Brim runnu eisini vid sunnudagin 🙂
Comments are closed.