Home Nýggjastu tíðindi Suðuroy 25 K – náttarrenning í Suðuroy

Suðuroy 25 K – náttarrenning í Suðuroy

by Hallur Holm

Náttina millum leygardagin 15. juni og sunnudagin 16. juni 2013 verður Suðuroy 25k á øðrum sinni. Teinurin í 2013 er úr Trongisvági til Vágs, vestur á Vágseiði, og runnið verður um Hovsegg. Freistin at melda seg til hetta øðrvísi rennitiltak er úti á midnátt í fríggjakvøldið. Í samband við Suðuroy 25K er, júst sum í fjør, møguligt at leggja soleiðis til rættis, at ein kann fara av Havnini við Smyrli leygarkvøldið kl. 21:00 og norður aftur morgunin eftir kl 8:30.

Tá komið er á Krambatanga, verður syrgt fyri flutningi inn til Trongisvágs. Síðan ber til at skifta klæðir í nýggja vallarhúsinum við Stórá. Tey, ið koma aðrastaðni frá, hava tí eisini høvi at bíða í vallarhúsinum, ið eru hugnalig og rúmlig, ella njóta góða umhvørvið kring vøllin til klokkan verður tvey, tá renningin byrjar. Fyriskipararnir koyra skiftiklæðini suður til Vágshøll, har Suðuroy 25K endar. Tá renningin er liðug verður suppa bjóðað, og eftir hetta er tiltakið liðugt.

Tey, ið ætla sær norður aftur við Smyrli sunnumorgunin kl. 8:30 hava møguleika fyri at rinda 50,- eyka við tilmelding – so verður syrgt fyri flutningi norður á Krambatanga eftir lokið Suðuroy 25K (her mugu rennarir, ella feløg teirra, sjálvi gera avtalu við SSL um koyggjupláss umborð á Smyrli – náttarvaktin umborð tekur í móti) Tilmelding til Suðuroy 25k fer fram á www.renn.fo – og freistin er fríggjakvøldið á midnátt. Fyrireikararnir hava gjørt av, at talið av luttakarum verður avmarkað til í mesta lagi 100 rennarar. Les meiri um Suðuroy 25K á heimasíðuni www.runatnight.info


Heilt fitt av fólki var við til fyrsta Suðuroy 25 K í 2012.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Poul Midjord Dam 13.06.13 - 23:51

Veðrið verður ikki nøkur undanførsla, tað verður super! 🙂
http://www.yr.no/sted/F%c3%a6r%c3%b8yene/Su%c3%b0uroy/Tv%c3%b8royri/time_for_time.html

Comments are closed.