Home Nýggjastu tíðindi Talentbólkurin – rein glíðibreyt!

Talentbólkurin – rein glíðibreyt!

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið var talentbólkurin aftur samlaður. Fyri fýra vikum síðani var venjingarlega í Streymnesi, har vit m.a. runnu intervallir millum kaldar og dýggjvátar fótbóltsáskoðarar, sum eftir avblásta dystin millum EB/Streym og HB bæði skuffaðir og glaðir runnu undan ælunum og eftir bilunum.

Aftur hetta vikuskiftið fingu vit staðfest, at hetta ikki júst er heitasta og ljósasta árstíðin. Tó so. Venjingin seinnapartin leygardagin fór fram í skýmingarløtuni í fagrasta vetrarveðri norðuri í Sundi. Vit runnu fartlek á Vetrarkappingar umfarinum í Hvannasundi. 500 metrar skjótt fram við fjøruni og 500 metrar smárenning norður eftir bygdarvegnum. Tó at tað var rennandi, var eisini hált ymsastaðni, og ólukkutíð fekk fyrst Gutti reyvarfall og síðani gleið eisini Rannvá. Gutti reistist tó aftur, men Rannvá var meira óheppin, og fekk eina fipurspreinging, so hon ikki fekk runnið sunnudagin, og nokk eisini skal binda frið nakrar dagar. Fyrsta venjingin var fríggjakvøldið. Vegna kava og hálku bar illa til at gjøgnumføra ætlaðu brekkuvenjingina, so ístaðin varð runnið runt í Klaksvík, har vit høvdu tvey long rykk á umleið 1,3 km. Eftir heita brúsu fóru vit í føðingardag hjá Jan Elmari, sum nú er vorðin 17 ár. Tillukku tillukku!

Leygarmorgunin runnu vit trý umfør á 2,2 km har tað næsta skuldi rennast við góðari ferð. Nýlagsti kavin gjørdi tað sjálvandi hált og trupult, men øll komu i gjøgnum í øllum góðum. Seinnapartin runnu vit sum sagt í Hvannasundi, og í Norðdepli høvdu Ingrid og Pól – foreldrini hjá Rebekku – boðið til ein avbera góðan nátturðabita.

Sunnumorgunin runnu vit ein lættan túr út í Oyrar, og aftaná fóru vit beint í svimjihøllina, har vit fingu eina løtu at njóta seinastu restirnar av heitum vatni í Klaksvík. Heima bíðaðu lambssteikirnar so tolnar, smásimrandi í ovninum. Eftir ein góðan døgverðabita vaskaðu vit upp, pakkaðu saman og slappaðu av eina løtu, áðrenn farið varð heim.

 

Bjørk, Rúni og Jan Elmar. Kavin tók broddin úr venjingunum.

Løtt á fótum – løtt av lyndi!

Rebekka og Rannvá – mót hægri málum!

 

Kong Vetur – Come On!

Til háborðs í Norðdepli

Maturin ger seg ikki sjálvan – Rúni og Jan Elmar stressast av eplaflusi.

Eingin venjingarlega uttan slættijarn 😉

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Sølvi 27.11.08 - 09:21

Stuttlig og lívgandi grein, Hallur. Óført at hoyra um dugnaligu unglingarnar – og gomlu venjararnar eisini, sjálvandi.

Comments are closed.