Home Nýggjastu tíðindi Tann yngsti vann, men seiggið kemur við aldrinum

Tann yngsti vann, men seiggið kemur við aldrinum

by Hallur Holm

So er ársins fyrsta rennikapping farin aftur um bak. Árliga nýggjárshálvmaraton hevði metluttøku við 68 rennarum á startinum. Veðrið var sum tað skuldi vera í januar – óálítandi og ivasamt! Undan startinum var ein skái, men so skjótt skotið ljóðaði, fingu vit eitt gott grovt æl beint á kroppin. Vindurin var ímóti allan vegin, men tað var ikki fyrr enn á Saltnesi, at regn og vindur veruliga gjørdu seg ómøgulig, so tríggir teir seinastu kilometrarnir gjørdust fyri tey flestu bæði harðir, vátir og kaldir.


Áðrenn lagt varð til brots, nýttu vit høvið at minnast ungu oyndfjarðadreingirnar, sum fórust so syrgiliga í ferðsluvanlukkuni fyri viku síðani.

Marnar Djurhuus hevur leingi verið okkara nógv besti langteinarenni og í løtuni er hann í stórformi. Hann greiðir frá, at hann í desember rann einar 530 kilometrar íalt. Um tvær vikur skal hann kappast á styttri teinum í Íslandi, og skuldi kappingin í dag tí bert takast sum ein venjingartúrur. Kortini var tað bara Henry Olsen, sum megnaði at fylgja við honum. Í Byrgisbrekkuni setti Marnar ferðina upp, og rann langt undan øllum hinum. Henry helt tó annað plássið, hóast ein sera væl rennandi Cecil Weihe elti hann allan vegin. Munurin teirra millum gjørdist ein hálvur minuttir.


Henry Olsen fylgdi við Marnari Djurhuus til Byrgisbrekkuna (13 km)


Eftir 530 km í desember er tað mesta av hvølpafitanum farið av.

Henry Olsen og Cecil Weihe gjørdust eisini nummar eitt og tvey í veteranbólkinum. Eisini var kappinginum um triðja plássið hørð millum Hall Holm og Regin Zachariassen. Tað er eitt sindur síðani vit hava sæð Regin til kapping, men treystur og seigur sum altíð var hann, og ringur hjá Halli at fáa bilbukt við.


Cecil Weihe rann sera væl og gørdist nr. 3 í opna bólkinum og nr. 2 hjá veteranunum.


Hallur hevur fingið Regin aftur eftir 14 km

Tað vóru nógvir góðir gamlir seigir menn hendan dagin. Men tann seigasti av øllum er enn sum áður Jens R. Weihe. Hann er ein av fleiri, sum blívur betri við árunum. Men tá man hevur runnið so skjótt, og er farin um seksti, er tað ótrúligt, at tað letur seg gera at renna skjótari. Í ár gjørdist tíðin 1.29.50. Hetta var ivaleyst til sigurin hjá superveteranunum og rakk til eitt samlað 9. pláss hjá 66 ára gamla sørvinginum. Hansara úrslit eru nú ikki langt frá at vera í heimsflokki. Á øðrum plássi kom Jósvein Herup Olsen, sum eisini var stak væl nøgdur við sítt avrik, 1.32.58. Nr. 3 gjørdist Jóannes Ortind við 1.52.57.


Aldur býtur ikki á. Jens R. Weihe heldur á við at imponera við supertíðum, og er nú í heimsflokki.

Rigmor N. Arge ivaðist undan renningini, um hon mundi finna røttu leiðina út á Toftakei. Um hetta var orsøkin at hon fylgdist við trimum monnum allan vegin ella um tað var fyri at fáa lívd og sosiala samveru veit eg ikki. Í øllum førum kom hon í væl skipað rennilag við Finn Johannesen, Jósvein H. Olsen og Herluf Jakobsen. Hjalmar Sjóvará var eisini leingi í hesum bólkinum, men mátti sleppa. Hetta samstarvið gav tvey heiðursmerki. Rigmor var nógv besta kvinnan á degnum, og við 1.33.06 endaði hon 12 minuttir framman fyri nr. 2, sum var Astrid Joensen við 1.45.04. Astrid vann samstundis veteranbólkin hjá kvinnum stutt frammanfyri Ellu Áarstein. Ella gjørdist við 1.46.36 nr. 3 í opna bólkinum og nr. 2 í veteranbólkinum. Við 1.52.41 gjørdist Ruth Johannesen nr. 3 hjá veteranunum.


Gott rennisamstarv spreiðir gleði. Finn Johannesen, Herluf Jakobsen, Rigmor N. Arge, Jósvein H. Olsen (fjaldur) og Hjalmar Sjóvará.


Rigmor kemur móti málinum. Sum so mangan fyrr vinnur hon trygt eitt hálvmaraton.


Kvinnuveteranar: Astrid Joensen nr. 1, Ella Áarstein nr. 2 (t.v.) og Ruth Johannesen nr. 3 (t.h.)

Eisini hjá superveteranum við kvinnum kom ein superseig dama fyrst á mál. Ingrid B. Patursson, sum annars er búsett í Spania, er heima um jólini og nýtti høvið at renna nýggjárshálvmaraton. Hetta gjørdi hon til UG og kom á mál við 1.57.06. Í seinastuni hava fleiri ymiskir superveteranar við kvinnum verið at sæð til tær ymisku kappingarnar. Vónandi fara tær at møta betur upp til kappingar, soleiðis at grundarlag verður fyri at hava hendan bólkin við regluliga.


Ingrid B. Patursson var einasti superveteranur hjá kvinnum. Tað forðaði henni tó ikki í at renna eina fína tíð!


Uni, Arnfinn og Magni fylgdust stóran part av túrinum


Nøkur fjasa úti á rutuni………. (Jan og Terje)


…meðan onnur knýta nevarnar og lova at í 2014 skal tað vera!! (Johnny, Rani og Ella)


Fegnar flottar damur komnar á mál. Líkamikið um man er nr 1 ella ikki, er tað altíð ein sigur at vinna móti Skálafjørðinum og merkja lágættina píska í kjálkarnar. Tina, Birita og Lydia.

Guttorm Sørensen hevur tikið upp, og Jan Elmar Sørensen hevur klipt hendan lítla filmin frá Nýggjárshálvmaraton 2014

http://www.youtube.com/watch?v=3VlYkUUjzRw

At enda skulu vit takka Marnari Pattinson og øllum hansara fólki í Roysninum fyri frálíka gott og væl fyriskipað tiltak. Vónandi síggjast vit í 2015


Formaðurin fekk nakrar kilometrar við at renna við vatnbikørum. Roysnið kom sera væl frá fyriskipanini.

 

 

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 05.01.14 - 22:02

Og manga túsund takk fyri kaffi og vafflur! Tað má ikki gloymast!

Comments are closed.