Home Nýggjastu tíðindi Tíðarætlan og startlistar 1.GP BU 27. mai kl. 18.30 á Tórsbreyt

Tíðarætlan og startlistar 1.GP BU 27. mai kl. 18.30 á Tórsbreyt

by Hallur Holm

Her fremst á síðuni sæst tíðarætlanin fyri kappingina í kvøld. Kappingarnar byrja stundisliga kl. 18.30 og verða allir luttakarar tí bidnir um at møta í góðari tíð, og avheinta sítt startnummar í minsta lagi ein hálvan tíma áðrenn tey skulu kappast.  Tað er ókeypis at vera við í Grand Prix- kappingini í ár.

Hetta 1. umfarið av Grand Prix er samstundis seinasti møguleiki at klára úttøkukravið til talentbólkin.

Undir tíðarskemanum eru leinkjur til allar startlistarnar. Foreldur og íðkarar eru vælkomin at útskriva hesar, so lættari er at fylgja við í kappingini. Her sæst eisini hvørjum ein skal kappast ímóti, á hvørji geil mann skal spurta og hvussu hæddirnar eru í hæddarlopskappingini. Kappingarkvøldini í ár verða ikki so drúgv sum í fjør. Sum sæst á skemanum er alt liðugt longu áðrenn kl. 20.00.

Hann lovar turt veður í kvøld. Men minnist tó til heit klæðir, tí hann kemur við kaldari luft av norði, uml. 7 stig.

Úrslitini verða kunngjørd her á síðuni fríggjakvøldið.

Tíðarætlanin:

Startlistar eru at finna í .pdf her niðanfyri:

GPBU10 -1 start 100m
GPBU10 -1 start 600m
GPBU10 -1 start kast
GPBU10 -1 start lop

0 comment
0

Related Articles