Home Nýggjastu tíðindi Tíðarætlanin til Grand Prix er nú klár

Tíðarætlanin til Grand Prix er nú klár

by Hallur Holm

Tað hava verið heilt nógvar tilmeldingar til kappingina í kvøld. Vit vera heilir 71 íðkarar, og flestu fara at royna seg í trimum ella fýra kappingum. Hetta er nógv tað størsta luttakaratalið vit hava havt til nakað Grand Prix á breyt. Tað tekur langa tí at avgreiða allar tær mongu kappingarnar, og tí er tíðarætlanin neyvt samanskrúvað, soleiðis at vit klára at halda okkum innanfyri 2½-3 tímar.

Tað setur so sjálvandi krøv til hjálparfólk og íðkarar. Tí verða øll biðin um at møta í seinasta lagi kl. 19.15. Kappingarnar mugu byrja stundisliga, og tá ein kapping er liðug, má næsta byrja. Íðkararnir mugu tí halda eyga við tíðarætlanina, og verða klárir, tá teirra kapping byrjar. Gott hevði verið, um foreldrini hjálptu teimum smæstu við hesum eisini.

Tað eru gjørdar broytingar í kappingini hjá teimum 8-9 ára gomlu. Ístaðin fyri at kasta spjót fara tey at kasta kúlu, og ístaðin fyri at renna 600 metrar fara tey at renna 400 metrar.

Veðrið í morgun er bara heilt okay. Men veðrið í Føroyum er skiftandi, og lítið skjól er at finna við Tórsbreyt. Og av tí at íðkararnir eisini hava fríløtur millum kappingarnar,  mæla vit tí til, at fólk hava heit klæðir við. Skal eisini gera vart við, at eingi wc eru við Tórsbreyt. Tað hevði kanska eisini verið eitt gott hugskot at havt ein lítlan matpakka við.

Í øllum førum vænta vit okkum eitt hugnaligt kvøld á Tórsbreyt í kvøld.

Tíðarætlanin er her niðanfyri. Litirnir eru knýttir at hvørjum einstøkum bólki, og ein kann tíð skjótt finna útav nær ein skal kappast. T.d. merkir G 8-9 (6), at talan er um gentur 8-9 ár og at tær eru 6 luttakarar, meðan D 10-11 (10) merkir, at talan er um dreingir 10-11 ár og at teir eru 10 luttakarar.

KL. SPURTTEINAR MIÐTEINAR LONGD KÚLA SPJÓT
 1930  G 8-9 (6)    G 12-13 (5)    G 14-15/16-17/18-19 (9)
 1935  D 8-9 (10)        D 14-15/16-17/18-19 (9)
 1940  D 8-9 (10)      G 8-9 (4)  
 1945  G 10-11 (8)        
 1950  G 10-11 (8)    G 10-11 (6)    
 1955  D 10-11 (10)      D 8-9 (9)  
 2000  D 10-11 (10)        
 2005  G 12-13 (5)    D 10-11 (9)    
 2010  D 12-13 (10)        
 2015  D 12-13 (10)        
 2020  G 14-15 (6)        
 2025  D 14-15 (3)        
 2030  D 14-15/D 18-19 (3/1)    G 8-9 (5)    G 12-13 (5)
 2035  G 16-17/G 18-19 (2/3)        
 2040    G 10-11 (4)      
 2045    D 10-11 (9)  D 8-9 (9)    D 12-13 (9)
 2050    G 14-15 (5)      
 2055    D 14-15/D 18-19 (4/1)      
 2100    G 16-17/G 18-19 (2/3)      
 2105    G 8-9 (5)      
 2110    D 8-9 (9)  G 14-15/16-17/18-19 (5/1/2)    G 10-11 (6)
 2115    G 12-13 (5)  D 14-15/16-17/18-19 (7/1/1)    
 2120    D 12-13 (8)      
 2125          D 10-11 (8)
 2130          
 2140          
 2145      D 12-13 (10)    
 2150          
 2155          
 2200          
0 comment
0

Related Articles