Home Nýggjastu tíðindi Tíðindaskriv frá Bragdinum

Tíðindaskriv frá Bragdinum

by Hallur Holm

Bragdið skipar fyri opnari kapping á Tórsbreyt mikukvøldið, og soleiðis skrivar felagið á heimasíðu teirra www.bragdid.fo:

Komandi mikukvøld skipar Bragdið fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Kappingin verður fyriskipað við serligum atliti til okkara oyggjaleikaluttakarar, soleiðis at hesir kunnu fínpussa formin undan fráferðini til Álands. 4 av okkara rennarum fara at royna seg – Bjørk H. Olsen rennur 3000 m, Jóan Karl Joensen rennur 800 m, Rebekka Fuglø úr Treysti fer at renna 600 m, og Rúni Seloy fer eisini at dystast í onkrari kapping.

Men kappingin er fyri øll!! Menn og kvinnur, gentur og dreingir í øllum aldri. Tíðtakaraútgerðin hjá FÍF verður nýtt, so her verður høvi bæði til at royna seg móti okkara bestu og til at fáa eitt neyvt úrslit skrásett. Hetta er eisini eitt kærkomið høvi hjá okkara landavegsrennarum at koma inn á breytina og royna seg á einum styttri teini, og fáa eitt sindur av futti í galochurnar.

Skráin verður hendan:

■Kl. 19.10 600 m
■Kl. 19.15 100 m
■Kl. 19.30 60 m
■Kl. 19.45 3.000 m
■Kl. 20.00 400 m
■Kl. 20.10 800 m
Tilmelding verður á staðnum frá kl. 18.30. Kostnaðurin er kr. 20.

0 comment
0

Related Articles