Home Nýggjastu tíðindi Tíðarætlanin 1. Grand Prix á breyt leygardagin

Tíðarætlanin 1. Grand Prix á breyt leygardagin

by Guttorm Sørensen

Nú er tíðarætlanin løgd til kappingarnar leygardagin. Fyrstu kappingarnar byrja kl. 11.00, og tá byrja gentur 8-9 við spurti, gentur 12-13 við klingrukasti, dreignir 10-11 við bóltkasti og dreingir 14-15 og upp til menn byrja trístøkki. Seinasti starturin er kl. 14.25 tá menn fara at renna 1.000m.

Tað er sjálvdan heitt á Tórsbreyt, so hóast teir lova fínt veður leygardagin, er ráðiligt at hava nóg mikið av heitum klæðum við. Foreldrabólkurin hjá Bragdinum fer at selja kaffi, køkur og bollar.

Ábyrgdarar fyri hvørja kappingargrein skulu hava kappingarøkið klárt í seinasta lagi ein hálvan tíma undan kappingarbyrjan.

Heitt verður á allar íðkararnar um at møta á kappingarstaðnum 10 minuttir undan kappingarbyrjan.

Eftir er bert at ynskja øllum vælkomin og góða kapping á Tórsbreyt leygardagin.

 

 

0 comment
0

Related Articles