Home Nýggjastu tíðindi Tilmelding til FM fyri vaksin – sí hesa grein!!!

Tilmelding til FM fyri vaksin – sí hesa grein!!!

by Guttorm Sørensen

Vegna tekniskar trupulleikar, so ber ikki til at nýta vanliga tilmeldingarháttin her á síðuni í smb. við FM fyri vaksin sum verður leygardagin 1. august. Tí skal meldast til við at senda teldupost til gutti@olivant.fo.

Evni í teldupostinum skal vera tilmelding FM, og innihaldi skal í minsta lagi verða: navn, eftirnavn, føðiár, felag, grein/-ar, og harumframt kann telefonnr., fartlf.nr. og teldupostbústaður upplýsast. Eru spurningar hesum viðvíkjandi kann ringjast til Gutta á tlf. 230210 ella Hallur á 228338.

Evstamark fyri tilmelding er hóskvøldið kl. 22.00. Eingin tilmelding verður eftir hetta!

Leygardagin 1.august verður FM fyri vaksin á Tórsbreyt. Kastararnir halda tó fram sunnudagin eftir, tá teir hava tvær kappingar á skránni. Hetta er fyrsta FM-kapping nakrantíð á Tórsbreyt, og tí vóna vit í FÍF, at hetta verður markerað við góðari undirtøku. Allir luttakarar skulu verða skrásettir limir hjá einum av feløgunum undir FÍF.

359

Í samband við FM kappingarnar hesuferð, so skulu luttakararnir gera vart við seg við dómaraborðið í seinasta lagi 30 min. áðrenn startin í hvørjari grein. Tað er tað sokallaða “callroom”, sum fleiri kenna til. Hetta er fyri at finna útav  í góðari tíð undan kappingunum, um tað verður neyðugt við innleiðandi kappingum.

Skráin fyri leygardagin verður hendan:

  • 14.00 100 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.10 100 m menn, innleiðandi
  • 14.15 Hamarkast kvinnur & menn, finala
  • 14.20 800 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.30 800 m menn, innleiðandi
  • 14.40 400 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.50 400 m menn, innleiðandi
  • 15.00 5.000 menn, finala
  • 15.00 Longdarlop kvinnur, finala
  • 15.25 100 m menn, finala
  • 15.35 100 m kvinnur, finala
  • 15.40 5000 m kvinnur, finala
  • 15.40 Longdarlop menn, finala
  • 15.45 Diskoskast menn & kvinnur, finala
  • 16.10 800 m menn, finala
  • 16.20 800 m kvinnur, finala
  • 16.30 400 m menn, finala
  • 16.40 400 m kvinnur, finala

Sunnudagin 2. august verður skráin hendan:

  • kl. 14.00 Spjótkast, kvinnur og menn
  • kl. 15.00 Kúlustoyt, kvinnur og menn

Luttøkutreytir og kostnaður
Luttakarar til FM skulu vera føddir í 1993 ella fyrr og skulu vera limir í einum av feløgunum undir FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann í ávísum førum gera undantøk frá hesi reglu. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50, óansæð hvussu nógvum greinum luttikið verður í. Tilmelding fer fram hvið at senda teldupost til gutti@olivant.fo. Evstamark fyri tilmelding er hóskvøldið kl. 22.00. Eingin tilmelding verður eftir hetta!

100 m og 400 m
Verða 6 ella færri luttakarar tilmeldaðir, verða beinleiðis finalur, ávikavíst kl. 15.25 og 15.35. og 16.30 og 16.40. Eru millum 7 og 12 luttakarar, verða tveir riðlar, har vinnararnir báðir umframt 4 tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna. Verða tað millum 12 og 18 luttakarar, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna.

800 m
Eru 8 ella færri tilmeldað, verða beinleiðis finalur tá innleiðandi umfarið átti at verið. Eru 9-16 tilmeldað, verða tveir riðlar, har vinnararnir og síðani 4 tær bestu tíðirnar koma í finaluna. Verða fleiri enn 17 tilmeldað, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar koma víðari í finaluna.

Longdarlop
Allir luttakararnir fáa trý lop. Síðani sleppa 8 teir bestu víðari til sjálva finaluna, har teir fáa trý lop afturat.

Hamara-, diskos-, spjótkast og kúlustoyt
Kvinnur og menn kappast samstundis. Allir luttakarar sleppa at kasta tríggjar ferðir innleiðandi. Síðani sleppa 8 tey bestu víðari í finaluna, har tey kasta tríggjar ferðir afturat.

Kappingarbúni
Til hesa FM-kappingina skulu øll íðkandi kappast í kappingarbúnanum hjá sínum felagi, ella sum minsta krav í litum felagsins.

Heiðursmerki
FM-heiðursmerki verða latin til nr. 1-3 í hvørjari kappingargrein.

Dómaraskylda
Tey trý størstu og mest virknu feløgini, Bragdið, Hvirlan og Treysti skulu møta við 4 dómarum/hjálparum í part. Tey trý smærru feløgini, Frælsi, Hvistan og Roysnið verða frítikin fyri dómaraskyldu áhesum sinni.

0 comment
0

Related Articles