Home Nýggjastu tíðindi Útlendingar til føroyskan frælsan ítrótt

Útlendingar til føroyskan frælsan ítrótt

by athletic

Ítróttarfelagið Roysnið gongur nú nýggjar leiðir. Sum tað fyrsta føroyska felagið fyri frælsan ítrótt hevur Roysnið gjørt avtalu við tríggjar útlendingar, ið skulu renna fyri felagið í 2006.

Talan er um teir tríggjar ethiopiarnar Kenenisa Bekele, Sileshi Sihine og Gebre-egziabher Gebremariam. Rennararnir eru sera sterkir, men vegna serligu serfrøðingaavtalunu á útlendingaøkinum loysir tað seg hjá teimum at renna fyri eitt føroyskt felag.

Roysnið upplýsir, at Kenenisa, Sileshi og Gebri-egziabher koma til landið í næstu viku. Ætlanin var at fáa teir heim til FM í cross renning, har serliga Kenenisa Bekele er sterkur, men tað eydnaðist ikki at fáa neyðugu loyvini uppá pláss.

Hetta óvanliga og nýskapandi stig er tikið, eftirsum Roysnið hevur havt trupult við at manna lið til Grand Prix kappingarnar seinnu árini. Fyrsta royndin hjá rennarunum verður væntandi Flaggdagsrenningin.

Roysnið væntar at rennararnir fara at vinna felagnum øll trý heiðursmerkini hjá monnum.

Uppá longri sikt arbeiðir Roysnið við at fáa loyvi til rennararnar at luttaka á Oyggjaleikaliðnum hjá føroyingum. Arbeitt verður eisini við at finna fólk innan kast og lop.

0 comment
0

Related Articles