Seinasta týskvøld hevði Treysti aðalfund. Í trýmannanevndini stóðu Pól Sundskarð og Guttorm Sørensen fyri vali, og vórðu báðir afturvaldir. Sostatt heldur nevndin fram óbroytt við Jonhardi Larsen sum formanni.
Treysti fegnast um góðu uppmøtingina til aðalfundin. Hetta vitnar um eitt felag í menning. Meira kann lestast á www.treysti.fo