Home Nýggjastu tíðindi Treysti nýggjan høvuðsstuðul

Treysti nýggjan høvuðsstuðul

by Hallur Holm

Í mong ár hevur Tryggingarfelagið Føroyar verið høvuðsstuðul hjáTreysti. Men í síðstu viku skrivaðu Treysti og Norðoya Sparikassi undir nýggja trý ára høvuðsstulsavtalu, sum verður galdandi fyri árini til og við 2018.

Av tí at Treysti er eitt stórt felag við sera fjølbroyttum limaskara, metir Norðoya Sparikassi, at teir kunnu gerast enn sjónligari í nærumhvørvinum og eisini kring landið alt.

Avtalan inniber millum annnað, at FM í hálvmaraton broytir navn til NS hálvmarathon og fer at hava start og mál við høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa. FM í hálvmaraton verður hildið í mai, og er størsta einstaka tiltakið hjá Treysti.

Treysti NS
Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Andreas Josephsen, formaður í Treysti, taka lógvatak við ynskjum um gott samstarv

Avtalan gevur Treysti møguleika at halda fram við og menna tað virksemi hjá teimum mongu limunum. Í Treysti leggja tey dent á, at ein og hvør hevur møguleika og er vælkomin at venja við. Haraftuat leggur Treysti stóran dent á framhaldandi at menna og styrkja ungu íðkararnar og brynja teir til kappingar bæði her heima og uttanlands.

Treysti hevur á mangan hátt eina spennandi framtíð. Samstundis sum motiónsparturin stendur sterkur, eigur felagið merkisvert nógvar evnaríkar ungdómar, sum nú standa á gáttini til landsliðið. Og við teimum útbyggingum, sum Klaksvíkar Býráð gongur við, er tað ikki sørt, at tað sunnan av landi við spenningi verður skeitt norður til Klaksvíkar.

Umframt at Norðoya Sparikassi nú er høvuðsstuðul, so hevur Treysti eisini gjørt trý ára stuðulsavtalur við fýra aðrar góðar stuðlar, og eru teir Norðoya Litbúð Sp/f, KBI Sp/f, JFK P/F og Palla hjá Mariannu P/F.

0 comment
0

Related Articles