Treysti vitjan av OL-rennarum

Skrivað hevur

Tað hendir nógv hjá Treysti í hesum døgum. Í gjár skipaði felagið fyri stóru NS ½ maratonkappingini umframt bæði stuðuls- og barnarenning. Í sambandi við renningina, hevði Jan Elmar Sørensen vegna Treysti sett seg í samband við navnframa Henrik Jørgensen og dóttir hansara Anna Holm, um at koma her at vitja, og siga eitt sindur um teirra renning.

Fyrilestur varð fyriskipaður seinasta hóskvøld, og í lítla salinum í Norðoya Sparikassa var pinnpakkað við spentum lurtarum. Fyrst at greiða frá var Anna Holm, sum í løtuni er besti danski maratonrennari. Anna, sum er 30 ára gomul, var við til olympisku leikirnar í Rio de Janeiro á sumri í 2016.

Henrik Jørgensen Anna
Blídligi stórrennarin vísir okkurt á telduni. Fríðrikur og Henrik (ikki teir kongaligu) fylgja við. 

Tað var ógvuliga áhugavert at hoyra Anna greiða frá um sína lívsleið sum rennari. Hennara mál er aftur at umboða Danmark til komandi olympisku leikir í Tokyo 2020. Anna endaði sín fyrilestur við ymiskum góðum venjingum til skaðafyribyrging.

Henrik Jørgensen Niels Jákup
Henrik og Niels Jákup minnast onkra stuttliga gamla søgu. Teir vóru báðir í sama ferðalagi, sum fór til Berlin í 1986. Ta ferðina gjørdist Henrik nr. 2 eftir at hava ført næstan allan vegin. Niels Jákup greiddi Henriki frá, at pápi Henrik var í Føroyum og helt dómaraskeið í 90’unum. Tað visit Henrik einki um. Men nú veit hann tað

Fyrilesturin hjá Henriki var ikki minni áhugverdur. Hann tók okkum gjøgnum venjingina øll árini frá ungum til hann gavst. Tað var ein øgilig mongd av kilometrum, vit blivu vitni til. Tað vísti seg eisini, at árini við flestu kilometrum vóru eisini árini við bestu úrslitunum. Serliga 1985 var væleydnað uppá allar mátar. Hetta árið setti hann persónlig met á flestu vanligu teinunum. Metið á maratonteininum stendur enn, og var eisini norðurlendskt met líka til oktober í fjør.

Henrik Jørgensen familjan
Henrik, Mette og Anna – sera fyrikomandi familja, sum tað fall øllum lætt at práta við

Henrik Jørgensen er føddur seint í 1961, og er sostatt 56 ára gamal í dag. Hann rann við á stutta teininum í gjár, og tað var bert oyl-rennarin Julian Gregersen, sum stóð honum kurl. Framvegis klárar hann ein slíkan tein við eini miðalferð undir 3.40 min/km. Kona hansara, Mette Holm var eisini góður rennari. Árini Anna vaks upp búðu tey í Rønne á Bornholm

Henrik Jørgensen rennur
Enn er ferð í hálvgomlu beinunum hjá vinnaranum av London Marathon 1988

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Treysti hevur havt forvitnisliga vitjan, og vit bíða longu nú spent til næstu ferð.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>