Home BETRI Vetrarkappingin Tríggir fóru undir gamla teinametið

Tríggir fóru undir gamla teinametið

by Hallur Holm

Í mong mong ár hevur verið eitt sindur ivasamt, hvør eigur skjótastu tíðina Runt Agnið. Á pappírinum var yvirritaði skjótastur við 36.19 í 2001. Men Niels Jákup Jakobsen sigur seg eiga metið frá einum av teimum allarfyrstu rennikappingunum. Men tað úrslitið hevur eingin sæð á prenti. Um kappingin er so gomul, at pappírið er farið í upploysn er tó meira ivasamt.

Men hetta trætumálið fer nú tíbetur í søguna. Tí í fyrsta umfari av TF Vetrarkappingini 2016-17 fóru heilir tríggir menn undir gamla metið. Marnar Djurhuus og Jan Elmar Sørensen runnu báðir beint undir 35 minuttir og Andrias Hansen rann 36.16.

Av sonnum sterkar tíðir. Andrias hevur ikki, eins og Jan Elmar og Marnar, rokkið oyl-kravinum, men við forminum hann vísti í dag, sær gott út hjá honum.

Runt Agnið 2016 fremstu menn
Krútsterk og beinhørð kapping millum Marnar Djurhuus á fyrsta og Jan Elmar Sørensen á øðrum plássi. Andrias Hansen rann eisini eina fantastiska tíð. 

Sterkastu herbúgvandi kvinnurnar seinastu árini, gramdu seg báðar um skaðar undan kappingini í dag, og vóru eitt sindur ivandi, um tær yvirhøvur fóru at luttaka. Men tá tað til stykkis kom, var alt sum tað plagar at vera. Rebekka Fuglø nummar eitt og Rigmor N. Arge nummar tvey. Beinta Hoydal Joensen hevur tikið seg fitt fram seinasta hálva árið, men í dag gjørdi hon einki við tær fremstu, men vann tó eitt nøktandi triðjapláss.

Runt Agnið 2016 fremstu kvinnur
Business as usual. Rebekka Fuglø vann og Rigmor N. Arge nummar tvey. Beinta Hoydal Joensen gjørdist nummar trý.

Tað var alvorliga stuttligt at síggja so nógvar rennarar leggja fyri í ársins TF Vetrarkapping. Enn einaferð luttakaramet og 110 starnummur býtt út! Vit kundu sjálvandi ynskt, at fleiri av teimum yngru luttóku, men kunnu tó samstundis fegnast um, at tey í elstu aldursbólkunum eru røsk at halda seg til. Í dag vóru 20 superveteranar við – 13 menn og 7 kvinnur!!

Runt Agnið 2016 Superveternar
Runt Agnið er altíð kappingin, tá fólk rykkja upp í aldursbólki. Her eru tveir nýggir superveteranar. Heldur ikki teir megnaðu at koppa miraklinum úr Sørvági, Jens Weihe, sum enn einaferð vann superveteranbólkin. Páll Vesturbú t.v. og John Egholm t.h. gjørdust tó nummar tvey og trý. (John nr. 2 og Páll nr. 3)

Um nakar heldur at vetrarrennarar liggja í dvala, meðan kappingin liggur í dvala, mugu tey halda umaftur. Fleiri rennarar vístu heilt góðan form, og nógv runnu eisini væl skjótari enn í fjør.

Fyriskipararnir úr Roysninum eiga stóra tøkk uppiborna fyri væl avgreidda kapping og stóran blíðskap.

Eitt ótal av myndum er at finna á her

Úrslitini síggjast á her:
PDF_urslit_agnid2016

 

0 comment
0

Related Articles