Home Nýggjastu tíðindi Ungdómsvenjaraútbúgving

Ungdómsvenjaraútbúgving

by athletic

Nevndin í FÍF hevur leingi arbeitt fram móti einari meira miðvísari menning av frælsa ítróttinum, og er ungdómurin ein tann mest týðandi parturin av hesum arbeiðinum. Tí varð skipað fyri FM fyri ung á fyrsta sinni í summar, men fyri at menna frælsa ítróttin millum ung, so er tørvur á, at feløgini hava venjarar, sum kunna taka sær av teimum ungu, og gjørdi FÍF avtalu við frælsa ítróttarsambandið í Svøríki. Orsøkin til, at sviar blivu valdir, er, at teir hava, meir enn nakar annar, megnað at ment frælsa ítróttin á eitt støði, sum er nógv oman fyri flestu onnur lond – eisini um sæð verður burtur frá støddini av landinum.

Skeiðini vóru fyri venjarar hjá 7-10 ára gomlum børnum og 10-14 ára gomlum børnum. Feløgini, sum eru limir í FÍF fingu í boði at senda trý fólk á hesi skeið, og harafturat valdi FÍF 5 fólk. Endamálið við at bjóða øllum feløgunum við var at geva teimum møguleikan fyri at ogna sær ta vitan, sum skal til fyri at fara undir barna- og ungdómsvenjing. Hetta tí at tað eru feløgini, sum hava beinleiðis samband við fjøldina, og tí at tey gjøgnum økta tilgongd í samband við tilboð um barna- og ungdómsvenjing, kunna menna breiddina. Um hetta eydnast, so koma talentini at gera vart við seg innan ymsu greinarnar, sum frælsi ítrótturin umfatar.

Fyri at kunna taka sær av hesum talentum er tørvur á, at FÍF hevur venjarar, ið hava neyðuga vitan innan ymsu sergreinarnar. Tí úttók FÍF nøkur fólk, ið vónandi kunna vera við til elitu- og talentarbeiðið í framtíðini. Hetta krevur tó víðari menning av teimum einstøku, og er tað nakað, sum arbeitt verður við.

Um rætt verður atborið, so kemur FÍF at megna at taka sær av teimum talentunum, sum stinga seg fram í samband við ungdómsvenjing, og geva hesum møguleikan at mennast, soleiðis at Føroyar um ikki so nógv ár, kuna verða umboðaðar innan allar greinar í altjóða kappingum sosum Världsungdomspelen, Stórmót ÍR, Oyggjaleikum o.s.fr.

Heri Ziska

0 comment
0

Related Articles