Home Nýggjastu tíðindi Úrslit frá FM Ung á Svangaskarði 28. september

Úrslit frá FM Ung á Svangaskarði 28. september

by Guttorm Sørensen

Her eru so øll úrslitini frá FM Ung, sum var á Svangaskarði í dag. Tað var avgjørt ein røtt avgerð, sum kappingartnevndin tók, tá teir valdu at útseta kappingina frá leygardegnum til í dag. Líkindini at kappast í dag vóru góð, hóast nakrar dropar og eitt lot til fitt lot av og á. 32 luttakarar vóru við og yvir 130 startir vóru tilmeldaðir. Ein fitt fjøld at áskoðarum vóru eisini á Svangaskarði í dag, og tað ger tað altíð stuttligari hjá íðkarunum tá so er.

Hildur Poulsen (Bragdið), Milja R. Simonsen (Bragdið) og Hervør Petersen (Treysti) blivu ávikavist nummar tvey, eitt og trý í øllum rennikappingunum

Hildur Poulsen (Bragdið), Milja R. Simonsen (Bragdið) og Hervør Petersen (Treysti) blivu ávikavist nummar tvey, eitt og trý í øllum rennikappingunum í bólkinum gentur 10-11

Eitt sum var gleðiligt at uppliva í dag, var at øll feløgini fyri frælsan ítrótt vóru umboðaði. Um vit ikki fara heilt skeivir, so er tað vistnok fyrstu ferð at so er, og harumframt vunnu øll feløgini eisini fleiri heiðursmerkir.

Luttakara- og heiðursmerkjabýtið varð hetta:
Bragdið 21 luttakarar, 50 heiðursmerkir – 24 gull, 19 silvur, 7 bronsa
Treysti 4 luttakarar, 10 heiðursmerkir – 4 gull, 2 silvur, 4 bronsa
Frælsi 2 luttakarar, 6 heiðursmerkir – 6 gull, 0 silvur, 0 bronsa
Hvirlan 2 luttakarar, 3 heiðursmerkir – 0 gull, 2 silvur, 1 bronsa
Hvistan 2 luttakarar,  7 heiðursmerkir – 0 gull, 3 silvur, 4 bronsa
Roysnið 1 luttakara, 4 heiðursmerkir – 3 gull, 0 silvur, 1 bronsa

Úrslit:
60m-100m (pdf)
300m-400m (pdf)
600m-800m (pdf)
Longdarlop (pdf)
Kúlustoyt (pdf)

Kappingarnevndin vil her nýta høvið at takka øllum hjálparfólkunum, sum hjálptu til við at avgreiða kappingarnar í dag.

0 comment
0

Related Articles