Home Nýggjastu tíðindi Úrslitini frá GP1 fyri børn og ung

Úrslitini frá GP1 fyri børn og ung

by Guttorm Sørensen

Úrslitini frá 1. umfari í Grand Prix fyri børn og ung eru nú klár. Sum nakað spildurnýtt, so hava vit hesaferð el-tíðir á øllum renniteinum. FÍF hevur keypt nýggja el-tíðar útgerð úr Amerika, og í hesum samanhangi hevur Douglas J. DeAngelis, sum er stovnari og eigari at fyritøkuni FinishLynx, verið í Føroyum og lært fólk frá FÍF at nýta hesu sera framkomnu útgerð, sum bleiv brúkt á fyrsta sinnið í Føroyum mikukvøldið á Tórsbreyt.

Hendan útgerðin er kostnaðarmikil, og kostar væl omanfyri hundrað túsund krónur við upplæring. FÍF hevur leingi havt ætlanir um at fáa keypt hesa útgerð, sum avgjørt er ein treyt fyri at fáa nøktandi tíðtøkur, serliga á teimum styttru teinunum.

090520-1441271
Hetta er ein søgulig mynd, tí hetta er fyrsta málmynd, sum er tikin í frælsum ítrótti í Føroyum. Her eru tað gentir 8-9 ár, sum koma á mál á 40m teininum.

Øll úrslitini eru at finna í .pdf formati her niðanfyri.

gp1sprint2009-urslit
gp1midteinar2009-urslit
gp1longdarlop2009-urslit
gp1spjot-kula2009-urslit

Myndir, sum Pauli Djurholm hevur tikið frá kappingini mikukvøldið, eru at finna í myndasavninum.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Sunniva 28.05.09 - 12:24

Nær verður næsta GP kapping?

Undir “skrá” stendur 24.06.2008
Undir “reglur” stendur 17.06.2008

Hvat klokkan ætla tit at tað skal vera?

Sunniva

admin 28.05.09 - 12:38

Gott sæð Sunniva.

24. juni er tað rætta.

Comments are closed.